Løgreglan boðaði fyri løtu síðani frá, at ferðslan í Norðskálatunlinum er nakað darvað í løtuni.
Orsøkin er, at ein kranabilur, sum var á veg av Skálafjørðinum og vestureftir, hevur borið við eina viftu inni í tunlinum. Sum skilst, var kranin ikki lagdur heilt niður.
Landsverk varð fráboðað at taka sær av skaðanum, og tann eina viftan mátti takast niður. Hetta darvar tí ferðsluni nakað og løgreglan varð boðsend, at hjálpa til við at stýra ferðsluni gjøgnum tunnilin.
Enn er ikki greitt, nær ferðslan aftur koyrir sum vanligt gjøgnum tunnilin.