Ferðslan verður tarnað í Vatnsoyrum

- Ferðslan í Vatnsoyrum verður nakað tarnað tær næstu vikurnar, sigur Vága kommuna.

Ferðslan í Vatnsoyrum verður nakað tarnað tær næstu vikurnar.

 

Vága kommuna sigur, at arbeitt verður við at leggja eina vegrist í Vatnsoyrum, og tí verður neyðugt at koyra á eina umkoyringarbreyt.

 

- Hetta merkir, sigur Vága kommuna, at ferðslan verður nakað tarnað, og væntandi er, at arbeiðið í Vatnsoyrum fer at taka einar tríggjar vikur.