Ferðsluóhapp á Gøtueiði

Um middagsleitið í gjár var eitt ferðsluóhapp á Gøtueiði.

Ein bilur blinkaði inn til síðuna. Men tá hann koyrdi avstað aftur varð hann ákoyrdur av einum bili, sum kom aftanfyri. Har var eingin fólkskaði, men bilarnir fingu skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Har kann koma ein skuldseting móti bilføraranum, sum koyrdi útfyri, tí tú skal ansa eftir ferðsluni aftanífrá, tá tú soleiðis fer út aftur í ferðsluna eftir at hava steðgað.

Um sama mundið hendi eitt ferðsluóhapp í Skálabotni, har ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og fór út av vegnum. Har var eingin fólkaskaði.

Og gjáramorgunin var eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu. Har var heldur eingin fólkaskaði, men so stórur materiellur skaði, at bilarnir kundu ikki koyra avstaðaftur.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt.