Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at óhappið er hent í rundkoyringini inni í Eysturoyartunlinum. Enn vita tey ikki, hvussu álvarsamt tað er. Løgregla og sjúkrabilar eru sendir á staðið. Men fyribils er tunnilin stongdur, og heitt verður tí á fólk, sum ætlar sær handan vegin um at finna sær aðrar leiðir, sigur vaktleiðarin.