Seinnapartinmánadagin hendi ein ferðsluvanlukka á landsvegnum við Magnstøðina við Streymin. Ein treylari rakti eina 12 ára gamla gentu, sum fekk álvarsligt mein av stoytinum.
Hon varð flutt á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar, men tíverri stóð lívið ikki til at bjarga. Og løgreglan sigur, at í gjárkvøldið fingu tey so boðini um, at hon var deyð av løstinum.
Løgreglan sigur, at tey vita ikki hvussu vanlukkan hendi, men at tað verður kannað