Í dag klokkan 11.25, fekk alarmsentralurin fráboðan um eina álvarliga ferðsluvanlukku á Sandavágshálsi í Vágum.
Talan er um eina vanlukku, har ein bilur við trimum fólkum fór út av vegnum.
Umframt ambulansar og politi, bleiv klippútgerð frá sløkkiliðnum send á staði.
Løgreglan sigur nú, at øll trý fólkini í bilinum, doyðu. Tvey fólk doyðu á staðnum og hin tirði doyði seinni á Landsjúkrahúsinum.
Talan er um ein 55 ára gamlan mann, ein 51 ára gamlan mann og ein 48 ára gamlan mann.
Bilurin var á veg frá flogvøllinum í Vágum til Tórshavn
Tey avvarðandi eru kunnað, sigur løgreglan.