Tað var einki at ivast í, tá ið EB/Streymur í bestu deildini í fjórðingsfinalu hevði vitjan av Skála, sum er topplið í næstbestu deildini.
Í góðveðrinum í Hólmanum á Eiði vann EB/Streymur 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Stóri maðurin hjá EB/Streymi í dag var Rógvi Egilstoft, sum legði upp til tvey mál og sjálvur staðfesti trivaliga heimasigurin.
Virgar Jónsson legði longu í fjórða minutti heimaliðið á odda 1-0 eftir sending frá Rógva Egilstoft, og fyri dystargongdina var tað heilt avgerandi, at EB/Streymur ein minutt undan steðginum økti um munin til 2-0. Tá var tað miðverjin Mikkjal Hellisá, sum skoraði eftir upplegg frá álopsspælaranum Gutta Dahl-Olsen.
Eitt lítið korter eftir steðgin økti EB/Streymur um munin til 3-0. Aftur var tað miðvallarin Rógvi Egilstoft, sum átti uppleggið, og málskjútti var Gutti Dahl-Olsen.
Karl Martin Johansen umsetti brotsspark til mál og 3-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir, men tað varð ongantíð av álvara spennandi, tí 10 minuttir eftir at Skála hevði minkað um munin, var tað Rógvi Egilstoft, sum staðfesti 4-1 heimasigurin.
EB/Streymur hevur áður vunnið fýra finalur, og nú er EB/Streymur við í lutakastinum, tá ið tað verður drigin lutur um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinalunum.