Ferguson: Einki januar-keyp

Hóast Ashley Young, Nemanja Vidic, Anderson, Michael Owen, Tom Cleverley og Darren Fletcher allir eru skaddir, sigur Sir Alex Ferguson, at onkur heilt serligur, og av teimum heilt stóru, skulu gerast atkomiligir, skal hann keypa inn í januar.

 

- Tú veit ongantíð í fótbólti, og sjálvandi kann okkurt henda. Ber til at fáa fatur á einum klassaspælara, royna vit at fáa fatur á honum. Og fáa vit fleiri álvarsligar skaðar, kann tað gerast neyðugt við nýggjum leikarum, sigur Ferguson.

 

Tað lýsnaði eitt sindur, tá boð komu um, at Phil Jones ikki vísti seg at vera so skaddur, sum fyrst var roknað við, og kortini kann vera við í dagsins dysti móti Wigan, sum seinast hevur fingið javnleikir móti Chelsea og Liverpool.

 

Men fyribils ætlar Ferguson ikki at keypa nýggjar leikarar í januar keypsvindeyganum.