Í Filipsoyggjunum verður roynt at bjarga teimum, sum vóru við einari ferju, sum sakk har í nátt. Nógv tey flestu eru bjargað á lívi. Myndugleikarnir siga, at minst 960 fólk vóru við ferjuni Superferry 9, og at higartil eru 867 bjargað á lívi. Sambært bjargingartænastuni vóru 847 ferðafólk við ferjuni, og manningin taldi 117.
Trý fólk eru finnin deyð, og meiri enn 80 eru ikki komin afturíaftur.
Superferry 9 var á veg úr General Santos til Ilioilo, tá hon sakk. Bjargingartænastan sigur, at veðrið var gott har á leiðini, og tí er ikki greitt, hví vanlukkan hendi, sigur BBC.