Millum 30 og 50 fólk fingu skaða, tá ferjan "Seasteak Wall Street" rendi á bryggjukantin í Manhattan í New York í dag. Stoyturin var so harður, at stórt hol kom á skrokkin oman fyri vatngangin.
Løgreglan sigur, at nógv ferðafólk máttu berast í land á børu, og at hjálparfólk tóku sær av teimum niðri á bryggjuni. Sambært blaðnum New York Post vóru 326 ferðafólk umborð á ferjuni, tá óhappið hendi.
Tíðindastovan AP skrivar, at "Seasteak Wall Street" var á veg úr grannastatinum New Jersey til New York. Sagt verður, at nógv fólk brúka hesa farleiðina, tá tey ferðast til og frá arbeiði.