Við ávísum millumbili skrivar Maria Hansen í Dimmu um ferjuleguna á fjørði. Í seinastu grein skrivar hon, »at borgarin í Vestmanna skal gjalda 3% hægri í kommunuskatti fyri ferðasambandið í Vágar«. M.H. skal ikki leggja 3% ella nakra skuld á Vágafólk hesum viðvíkjandi. Vágafólk vildu hava ferjuleguna syðri í Sundinum, so tey sluppu frá at sigla í norðan og nú við 4 míla ferð fyri at koma í sunnan. Men vestmenningar stríddust av øllum alvi fyri at fáa ferjuleguna í Vestmanna, skrivaðu greinar »sum serkønir í Sundinum«, at tað bar ikki til at leggja leguna syðri í sundinum.
Hevur M.H. gloymt tað? Hevur M.H. gloymt, at hennara egni partamaður skuldi slíta samgonguna, um legan ikki varð løgd í Vestmanna? Var tað fyri at fáa ítróttarøki, ídnaðar- og handilsøki, smábátahavn og nýggja hvalvág, at legan skuldi liggja í Vestmanna? Víðari skrivar M.H.: »Myndugleikarnir noktaðu Vestmanna kommunu at krevja bummpengar. Nú skal Landsstýri geva Vágamonnum loyvi at byggja undirsjóvartunnil og gjalda hann við bummpengum.«
Undirsjóvartunnilin kann ikki líknast við ferjuleguna. Við undirsjóvartunlinum hanga ongi kommunumál sum við ferjuleguni í Vestmanna, men bara ferðslan til og úr Vágum. M.H. skuldi sett bumm, har sum omankoyringin er til ferjuleguna, og áðurnevndu øki liggja tað tíð tað var, og tikið undir við Vágafólki, at legan skuldi ligið í sundinum ella í Válinum. So hevði hon havt minst 3% minni í kommunuskatti. Nú er ov seint at seta bumm á leguna, tí um stutta tíð orkar Sam ikki meira, og so verður Vágoyggin eins og Gásadalur hjartamálið hjá fólkafloksfólki í yvir 30 ár.
E.S. Eg haldi, at tit, sum skriva oddagreinir í Dimmu, skulu gevast við at skriva um tað sama í næstan hvørjari grein, og tí sama anda sum »es« byrjaði fyri skjótt nógvum árum síðan. Hvat við at skriva um studentaskúlan í eina tíð? Annars takk fyri at tit taka tað sum tykkara uppgávu sum málgagn Sambandsfloksins í Vágum.