Michael Schumacher hevur vunnið koyringina í Immola seks ferðir, og síðan 1999, hevur hann vunnið allar koyringarnar uttan í 2001, tá lítli beiggin Ralf vann. Í seinastu koyring fyri tveimum vikum síðan vísti Michael Schumacher, at nýggi Ferrari bilurin megnaði at avbjóða Renault. Men samstundis hevði Ferrari nógvar tøkniligar trupulleikar. Schumacher sjálvur koyrdi við nógvari ferð út av tá bremsurnar knappiliga ikki riggaðu.
Seinastu vikuna hevur Schumacher í fleiri dagar koyrt yvir 100 umferðir við bilinum, og tað tykist sum um trupulleikarnir eru loystir. Tí er tað als ikki ómøguligt at sjeyfaldi heimsmeistarin, fer at vinna Immola fyri sjeyndu ferð.
Tó tykist tað meira sannlíkt, at ein Renault koyrari endar á ovasta sigursskammli. Fernando Alonso tykist at verða best upplagdur. Hann hevur vunnið tvær tær seinastu koyringarnar. Men italiumaðurin Giancarlo Fisichella vil óivað fegin vinna í heimlandinum.