Føroyingar eta ikki nóg nógv feskt lambskjøt. Hetta er ein delikatessa, sum føroyingar ikki hava givið sær nóg nógv far um higartil.
Í næstum verður farið undir eitt nýtt átak, sum hevur til endamáls at fáa føroyingar at eta og keypa føroyskt neytakjøt í størri mun enn fyrr.
Ætlanin er ikki troðka tað turkaða og ræsta kjøtið burtur, tí tað fer altíð at vera, men hinvegin halda stigtakararnir, at feska kjøtið hevur verið við skerdan lut.
Kring landið
Í hesum sambandi hevur matstovan á Hotel Hafnia feskt føroyskt lambskjøt á skránni fram til 1. desember. Ætlanin er eisini at fara út til handlar kring landið at vísa fólki, hvussu kjøtið kann tilgerast øðrvísi enn áður.
? Feskt føroyskt lambskjøt er besta kjøtið, sum er, og tí er tað okkara dreymur at fáa tað út á marknaðin. Í løtuni er tað ov torført at fáa hendur á, og fólk velja ofta at keypa fryst íslendskt, sigur Guðmundur Guðmundsson, ið er kokkur á Hotel Hafnia.
Til samanberingar kann nevnast, at ein lítil oyggj í Frankaríki hevur so ómetaliga gott kjøt, at tað er fimm ferðir so dýrt sum vanliga kjøtið á franska marknaðinum. Føroyska kjøtið stendur tó einki aftanfyri hetta, halda kokkarnir.
Seyðahaldið umleggjast
Adolf Johannesen, stjóri á MBM Kjøt í Hósvík, fegnast um hetta nýggja átakið. Hann heldur, at slaktið skuldi ikki verið avmarkað til so stutta tíð.
? Slaktið skuldi verið frá august til desember ístaðin fyri í einar tríggjar vikur um heysti. Úrslitið av tí er, at fleiri lomb, sum als ikki eru búgvin, verða flett. Best hevði verið at flett seyðin, tá hann er búgvin, sigur Adolf Johannesen, sum ikki ivast í, hagapartarnir kundu borið nógv fleiri seyðir. Tað krevur tó, at seyðurin verður passaður betur.
Tað hevði verið best fyri sláturvirkið í Hósvík, um slaktið vardi longri. So høvdu tey kunnað flett meira støðugt. Nú er neyðugt at tilkalla arbeiðsmegi at fletta um heystið.
? Tað er skeivt at fletta óbúgvin lomb. Vit á sláturvirkinum kunnu slakta alt árið, tí so fáa bøndurnir betri vekt og prís fyri kjøtið, sigur Adolf.?
? Tað ger einki, um vit lata nakrar krónur meira fyri tað føroyska kjøtið, tí góðskan og smakkurin er so nógv betri, sigur Guðmundur Guðmundsson.