Festarar sita á milliardavirðum

Endiliga kemur ein landstýrismaður við beini í nøsini, og sigur bart út við okkum festarar, at vit sita á milliardavirðum, ið eru ogn landsins

Tað er ikki frítt at man kennir seg skítbýttan. Rokni við at teir flestu av okkum festarum, hava ein ringan smakk í munninum nú. Her hava vit, í góðari trúgv, røkt og goldið hesi festi, roynt at skapt inntøkumøguleikar av festunum, og nógv hava óivað havt starv við síðuna av, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Og so verður sagt, at vit sita á milliardavirðum??

 

Uppskot til nýggja skipan:

Gott í teg okkara tilfeingismálaráðharri. Fá hatta lógaruppskotið ígjøgnum sum skjótast, nú tú hevur gjørt okkum varðug við hvussu stór virði vit umsita.

Trúnna á at okkara lógarsmiðir vilja bøta um korini, havi eg altíð havt, tí hetta uppskot:

Festarar eiga hereftir at javnsetast við øll onnur, ið varða av landsins ognum, eitt nú sjúkrahússtjóra, strandferðslustjóra, aðalstórar í Tilfeingismálaráðnum, okkara háttvirdu –málaráðharrar v.fl.

 

Lønin

Tað fyrsta er sjálvsagt eina virðiliga løn. Haldi eini 40.000 krónur um mánaðin er uppá sítt pláss. Hetta faldast við tvey, um bæði kona og maður arbeiða á festinum. Tá vit nú taka okkum av virðum, sum eru so ovurhondsstór, so eigur lønin at verða samsvarandi ábyrgdina. Hetta skal vera líka løn fyri allar festarar, frá tí minsta til tann størsta, tí ikki skal gerast virðismunur á festunum. Harraguð, hetta eru bara eini 380 almenn starvsfólk afturat, pluss makar.

 

Festiraksturin

Festini skulu jú framhaldandi rekast. Tað fyrsta, ið gerast má, er ein fíggjarætlan fyri hvørt festi sær, hetta kann Búnaðargrunnurin ella –stovan gera (bara má málsviðgerðin verða hampuliga skjót).

 

Á inntøkusíðuna kunnu fara:

• haruveiðuloyvi

• søla av mjólk

• útleigan av torvskurðarrætti

• kjøt

• rættindi til rekavið.

 

Útreiðslusíðan má so samsvara:

• fjós og bøur skal gjaldast og røkjast

• vegir og nývelting

• stik og rættir

• mjólkitólmenni, traktorar o.a. ið krevst.

• bygningar

 

Av tí at tað tekur fitt av tíð at røkja festini, eigur hvør festari at fáa lønt starvsfólk afturat sær. Eitt til tvey fólk á garðin, fleiri festi kunnu roknast til minst 2-3 ársverk og meir, og so annars, sambært fíggjar- og íløguætlan leiga inn hjálp til eitt nú útgravingar fyri bygningum, vegagerð o.o stórarbeiðið, sum jú kunnu koma fyri. Landsverk hevur stóra maskinpark, nú jørðin hevur hetta stóra virðið, er tað nokk betri at brúka Landsverk til velting og uppdyrkingarvegir, heldur enn vanliga vegagerð, sum jú bara er ein útreiðsla…

So er tað líka hetta við seks vikum summarfrí. Skipan eigur at setast í gildi beinanvegin, so hesir 380 festarar við familjum kunnu fáa samanhangandi frítíð, men av tí vit ikki fáa snarað lyklinum um so leingi í senn, haldi eg Tilfeingismálaráðið eigur at søkja eftir avloysarum. Helst skal hetta liggja í juli/august, tá øll onnur eru og ferðast. Eisini áttu festarar at fingið 2 vikur jólafrí!!

Nú tími eg ikki at fara inn á eftirløn, sjúkradagpengar, yvirtíð og avspáking, hetta liggur sjálvsagt í hesi nýggju skipanini Tilfeingismálaráðið fer at bjóða okkum.

Tað er jú sera strævið at umsita jørðina, og má eg viðganga eg fái næstan stress tá eg verði gjørdur varðugur við hetta ovurhonds stóra virði. Tað verða svøvnleysar nætur hereftir, nætur fullar av spekulasjónum.

Tað, ið liggur eftir av hesum enormu virðum, inntøka minus útreiðsla omanfyri, kundi passandi verið brúkt sum løn til tilfeingismálaráðharran, og fyri ein part kann hann óivað keypa onkra oyggj í Karibia, sum vit festarar í felag kunnu njóta sum frítíðardepil.

 

Tørvur á hesi lógarbroyting?

Sjálvsagt eru festarar reinir spekulantar, og eg skilji væl at hetta er alneyðugt.

Tó at tilfeingismálaráðharrin enn eigur jørðina, og øll festaraviðurskifti skulu ígjøgnum, eitt nú Búnaðarstovuna (ið situr við endaligu avgerðini!!), hevur onkur spekulera seg til ein spekulasjónsvanda.

Tað má so vera, at festarar kunnu keypa ognir ella bygningar á festinum fyri grundstykkjaprís. Ájú, her eru rúm fyri ovurhonds stórari spekulasjón. Gamlir útslitnir bygningar, og fjós fara at spekulerast upp í milliardavirðið. Ivist onga løtu í, at fólk fara at bjóða nógvar milliónir at sleppa at mjólka fyri bóndan, ella fáa eitt festibræv.

Vit kunnu jú lata kýrnar mjólka vatn, tað fæst jú kr 12,- fyri ein hálvan litur av vatni í handlinum. Munandi meira enn hvat mjólkin kostar.

Haruveiðan, og rossafrælsið, hesi fara at verða umsett í milliónaklassanum.

Tak meg ikki í tí, men eg haldi eisini tað er ein stórur vandi fyri at festibøndur fara at bjóða út gásafrælsi í høgunum, men hetta verður til heilt aðrar prísir.

Aðrir spekulasjónsvandar eru, at bóndin kann leiga onkrum ein traðarteig; heilt sikkurt at menn fara at kappbjóða millónaupphæddir fyri ein slíkan teig, sjálvt um hann ongantíð verður annað enn ein jarðarteigur. Rættin til torv á teiginum skal gjaldast umframt!!

Og so gloymdi eg næstan Rættina hjá Guttormi í Múla, onkur spekulantur fer óivað at tjena tjúkt uppá at taka hana niður, og selja ferðafólki grót úr henni, eins og gjørt verður við Berlinmúrin.

Nei, for Guds skyld, gev ikki festarum nakran ræðisrætt ella alternativan inntøkumøguleika, hetta leiðir land okkara beinleiðis í forderv og førir milliardatap við sær.

 

Tí henda áheitan til okkara lógarsmiðir:

• Seti hesa lógarbroyting í verk skjótast gjørligt.

• Staðfesti (enn einaferð) at jørðin er ogn landsins.

• Latið landið taka ábyrgd og gjalda fult og heilt fyri ognir sínar.

• Gevið festarum kor samsvararandi øðrum, ið umsita landsins ogn.

• Setið eina stóra fyrisiting at stýra festarunum, jørðin kann jú forrenta milliardir.

 

Um tit megna hetta skjótast gjørligt er einki meira at spekulera um. Hetta verður eisini sera motiverandi fyri festaran, og als eingin koddi.

Annars haldi eg at væl er spekulera, tá man kann spekulera seg fram til hendan stóra spekulasjónsvandan, hvussu eg so spekuleri fái eg ikki eyga á hendan vandan. Kanska er tað orðatakið ”tjóvur trýr ...”

Vil tó ikki fara so langt sum at kalla okkara landsumsiting fyri spekulantar, fyri í 500 ár at hava noytt privat fólk at gjalda íløgur og røkt av landsins ognum? Nei, hetta hoyrir eini farnari tíð til. Ein slík skipan hóskar simpulthen ikki inn í okkara samfelagsbygnað í dag!! Ella??

 

Haldi okkara lógarsmiðir eiga at stinga fingurin í jørðina...

Um spekulasjónsvandin økist, við at geva festarum eitt vet av óðalsrætti, so eigur líknandi milliardaspekulasjón longu at finnast ella verða farin fram innan óðalsjørðina, ikki so?

Tá festarir sita á so nógvum milliardum, hvussu nógvar milliardir situr óðalsfólki so á?

Hvussu nógvar milliardir er tað higartil spekulera í har?

Ella hevur festijørðin eitt nógv størri virðið enn óðalsjørðin?

Um tit veruliga stinga fingurin í jørðina, kunnu tit stutt eftir spekulera tykkum til hetta; at fingurin bert luktar av jørð ...