Tann 11.september 2004 vóru 100 ár liðin, síðani tónaskaldið Hans Jákup Højgaard var borin í heim á Toftum. Í hesum sambandi skipaði ein bólkur settur av Nes kommunu fyri fýra tiltøkum. Tað fyrsta var ein konsert í Fríðrikskirkjuni tann 15.august, har Havnarkórið og kirkjukórið hjá Fríðrikskirkjuni sungu løg hjá Højgaard. Tann 28.august var hugnakvøld á Svangaskarði, har Jógvan Ingvard Olsen hugleiddi um, hvussu tað var at syngja í kóri hjá Hans Jákupi. Eisini las hann brot úr yrking, ið hann hevði yrkt til tónaskaldið á 80 ára degnum. Abbasonur tónaskaldið, Bent Jákup Hansen, hevði eina persónliga og hugtakandi lýsing av abba sínum. Til tiltakið var eitt hefti prentað við sangum, sum Hans Jákup hevði gjørt løg til ella útsett, og dúgliga bleiv sungið. Tann 4. september opnaði ein framsýning í kirkjukjallaranum, har lívið hjá Hans Jákupi verður lýst við myndum og lutum. Har eru eisini fleiri frumrit til nótar at síggja. Her helt Ólavur Hátún ein framúr góðan og livandi fyrilestur um mannin og tónaskaldið. Og tann 11.september, sjálvan føðingardagin, var so konsert í Fríðrikskirkjuni við trimum kórum.
Til øll tiltøkini var fullsett av fólki, og aftan á fingu øll drekkamunn og okkurt gott afturvið. Hetta eiga Nes kommuna og fyrireikingarnevndin stóra tøkk uppiborna fyri, tí hetta skapti ein hugna og felagsskap, har fólk góvu sær stundir at práta og minnast.
Sjálvt um onki kór var á Toftum, tá eg vaks upp, so livdu sangurin og sanggleðin við sítt fríska lív. Tá vit í skúlanum høvdu sungið barnarímur hjá Hans Andriasi, kundi eg halda fram at syngja heima, tí mamma dugdi allar uttanat, hon hevði jú sungið hjá Hans Jákup lærara. Til jólafestir og aðrar samkomur, har nógv fólk var samlað, bleiv altíð trivið í at syngja fleirræddað. Onkur byrjaði, so tóku hini undir. Ongir nótar og ongin gav tónan, tað var bara har. Tey høvdu jú lært røddirnar við at syngja tær, umaftur og umaftur, har Hans Jákup sang fyri, og so sungu tey, til tey dugdu bæði rødd og orð uttanat.
Tað var við ikki sørt av spenningi, at eg leitaði mær til konsertina sjálvan hundraðáradagin. Nú skuldi eg aftur uppliva at hoyra hesi nú eldru fólkini syngja sangir, sum tey høvdu sungið í brotum, tá eg var barn.
Og tað gjørdist ein sonn hátíðarløta í Fríðrikskirkjuni, har sanggleðin var í hásæti.
Fyrri partur av konsertini byrjaði við einum samansettum kóri av gomlum sangarum og kirkjukórinum. Tey sungu tvey løg. So kom kirkjukórið við trimum løgum. Hetta vóru øll væl kend og nógv sungin løg. Síðani kom eitt nýtt gentukór frá Tofta skúla. Tær sungu Skvatlar mutlar, Mítt síðsta tjaldur og Eg eigi mær ein lítlan vin. Uttan hjálp frá mikrofonum og forsterkarum megnaðu tær við vælklingandi røddum at fylla rúmið. Tað er heilt vist, at her er tilfar at arbeiða víðari við. Jú, tá máttu vit klappa, hóast avtalað var ikki at klappa, fyrr enn øll konsertin var liðug!
Kirkjukórið byrjaði seinna part við trimum rættiliga ókendum løgum, sum væl hava uppiborið at blíva meiri kend. Tórður Mikkelsen, ið hevði hugleiðingar ímillum sangirnar, helt, at vit kundu sungið Krossmerkið eftir Steingrím Niclasen á ólavsøku. Tað haldi eg vera eitt gott hugskot, ið vónandi kemur víðari.
Alt varð sungið væl, og eingin sangur átti at verið nevndur fram um annan, men teir báðir síðstu, ið tað samansetta kórið sang, vóru nakað fyri seg. Blanke dønninger og Så ljudar nu eru helst ongantíð sungnir á konsert síðani stórheitstíðina hjá Toftakórinum. Teir blivu sungnir so frítt og hjartaliga, og eingin av teimum eldru kveitti í blað. Har var alt frá hjartanum. Tað var ikki sørt, at tey yngdust, meðan tey stóðu har og sungu. Mundu tey ikki minnast á gamlar dagar? Tað var júst Så ljudar nu, sum tey plagdu at syngja á dekkinum á mjólkabátinum, tá tey løgdu frá landi í Havn og søgdu mannamúgvuni á bryggjuni farvæl.
Og at okkum áhoyrarum dámdi henda sangin væl, hoyrdist á teimum rungandi lógvabrestunum. Tey máttu syngja hann einaferð afturat.
Samanumtikin ein ógvuliga góð konsert, har gleði og kraft vóru í hásæti. Ein virðilig heilsan til føðingardagsbarnið. Og fyri tað eigur ikki minst Michael Jóhan Heinesen eina stóra tøkk uppiborna. At hann við so stuttum skotbráð megnaði at fáa eina so framúr góða konsert í lag, sigur okkum, at her er ein, ið megnar at lyfta arvin eftir Hans Jákup Højgaard. Vónandi heldur hann fram í góðum treysti.
Marita