- Fólk hava uppført seg fyrimyndarligt. Hóskvøldið var stilt, fólk vóru glað, og einki hendi. Vit høvdu so ikki nógv at gera, so tað var bara heilt gott.
Tað sigur David Edvardsen, sum er partur av vaktartoyminum á G!.
Onkrar fráboðanir hava verið um rúsevni, men hetta var ikki nakað, ið merkti festivalin.
- Okkurt smáting var í gjár, men tað hevði ikki so nógv uppá seg. Dagurin koyrdi annars væl, og vit høvdu ein góðan dag, sigur hann.
Samanumtikið hevur talan verið um ein góðan festival, heldur David, og veðrið hevur heilt vist gjørt mun.
- Veðrið er gott, so fólk eru í góðum lag. Tá tað oysir niður, og fólka ganga fleiri dagar í vátum hosum, so plagar humørið hjá teimum at fara eitt sindur, men veðrið hevur verið heilt gott, so fólk hava verið heilt lætt við at gera, sigur David og leggur aftrat, at eingin fekk klipt armbandið av honum, ið annars er vanliga mannagongdin, tá fólk ikki duga sær hógv.