Tað hava verið tvey friðarlig ár á sandinum í Syðrugøtu, meðan kor ona hevur herjað kring landið og allan heim.
Men nú kemur aftur lív í.
– Vit gleða okkum ótrúliga nógv at sleppa í gongd aftur, sigur Sigvør Laksá, stjóri, hendan morgunin, vit tosa við hana. Hon fegnast um, at júst hendan fyrrapartin er sandurin av tí størsta.
– Tað er, sum hann ger seg kláran at taka ímóti okkum, sigur hon, hóast hon veit, at nógv kann broytast til festivalurin byrjar.
At ongin festivalur hevur verið í so drúgva tíð kann hava stóra ávirkan hjá teimum, sum skipa fyri.
– Summar rutinur hava vit sjálvandi, millum annað frá í fjør, tá ið vit avlýstu átta dagar, áðrenn festivalurin skuldi fara í gongd. Ein stórur partur var sjálvandi fyrireikaður, men alt tað praktiska á sjálvum festivalinum, skulu vit í gongd við eftir skjótt trý ára steðg, sigur hon.
Sjálv organisatiónin handan tónleikafestivalin er intakt og nógv av teimum, sum vanliga taka eina hond í, eru eisini við í aftur í ár.
Stjórin sigur, at festivalurin fer at líkjast teimum, sum hava verið við tónleiki fyri øll. Tey størstu føroysku tónleikanøvnini eru við og eisini góð nøvn úr útheiminum.
KORONA
Sigvør Laksá dylir ikki fyri, at koronutíðin hevur verið hørð og hevur rakt hart.
Ein hjálparpakki hjálpir væl, hóast hann ikki er nóg mikið til at dekka hallið hesi árini.
##med2##
– Vit hava havt útreiðslur fyri nærum trígg jar miljónir og av tí fáa vit 85 prosent úr hjálparpakkanum. Tað er gott, men tá ið tað bert eru 85 prosent, so mangla 150.000 krónur av hvørjari miljón, umframt hallið fyrra koronuárið, so hallið er millum 600.000 og 700.000 krónur, sigur hon.
– Tað kann tykjast undarligt, men at tað ber til, kunnu vit bert takka okkara stuðlum fyri. Høvuðsstuðl arnir gera, at tað ber til. Teir eru Hiddenfjord, Mowi, Okkara, Føroya Tele, Varðin, Norðurlandahúsið og Eysturkommuna.Hesi gera, at tað ber til at halda festivalin í ár.
Tað eru sjálvandi aðrir stuðlar, sum g jøgnum veitingar stuðla, og hesir stuðlar eru eisini við nú eftir steðgin.
##med3##
– So vit gleða okkum til aftur at síggja glað fólk á sandinum og í bygdini í Syðrugøtu, sigur Sigvør Laksá, stjóri.