Ummæli
Leikbólkurin Subfrau vitjaði Tjóðpallin leygarkvøldið, og hetta gjørdist so sera undirhaldandi. Leikurin Pretty Subfrau kann ivaleyst lýsast, sum eitt slag av Drag Show uttan Drag Queens, ella ein yvirgearað og kynsliga lødd revy, ella kanska okkurt slag av modernaðari kaberett.
Tær tríggjar sjónleikarkvinnurnar; norska Ida Løken, svenska Lotten Roos og finska Marika Malomaa-Kivelä mannaðu Subfrau í hesum leikinum, sum gjørdist ein sansauppliving av teimum betru.
Kynsligur vavgreytur
Leikurin snýr seg í stóran mun um kynsligar leiklutir, sambandið kynana millum, og innanhýsis samband millum sama kyn og enntá um kynsliga sjálvsnøktan. Stutt sagt ein kynsliga løddur vavgreytur, borin fram av sangi og tónleiki. Tú viltist saman við leikarunum á eini kynsligari rundferð.
Við sær høvdu tær tríggjar sjónleikararinnurnar gittarleikararn Peter Tegnér, og ljósmeistaran Matti Raita. Hesin seinni fekk eisini heiðurin av at syngja framførsluna at enda. Tegnér, spældi elektriskan- og kassagittar og gav tónleikaljóðmyndunum, ið annars flest allar vóru á fløgu, ein livandi dám.
Áskoðarin boðin við
Longu frá fyrstu løtu føldi tú, sum áskoðari, at tú vart tikin við. Lotten Roos og Ida Løken komu út og tóku ímóti okkum í forhøllini, Ida spælandi á saksofon og Lotten við leikskráum í hond. Tær bjóðaðu okkum inn, har Marika Malomaa-Kivelä stóð í balletkjóla og hitaði upp, Matti Raita stóð í einum trappustiga og hongdi eina diskokúlu upp, meðan Peter Tegnér sat í einum stórum túll-skjúrti og í kovboyhatti og spældi gittar. Tú fekst kensluna av at hava fingið eitt backstagepass. So knappiliga kom gongd í, og leikurin byrjaði við sangi. Talan var ikki um eina vanliga søgugongd, men heldur um tríggjar kvinnur, ið framførdu ymiskt fyri og saman við áskoðarunum. Eitt nú lósu tær úr sínum lummabókum við notatum um elskarar, tær løgdu ann uppá áskoðarar, dansaðu, duttu, onaneraðu, hildu monologar og so sungu tær. Alla tíðina var undirhaldsvirði høgt, og áskoðararnir skiftust at flenna hart og at smílast.
Leiklist á høgum støði
Leikurin var sera væl spældur. Tú kendi á ein sera sterkan hátt, at leikararnir vóru til staðar, og at teir meintu tað. Hetta tyktist meira sum veruleiki, enn sjónleikur, og eg trúði hvørjum orði. Málið í leikinum var eitt slag av norrønum blandi, og her var serliga sjarmerandi at hoyra svenska málið hjá Mariku við sterkari finskari dialekt. Eisini sangurin var sera góður. Her var serliga røddin hjá Lotten Roos heilt framúrskarandi. Hennara tulkingar av ymiskum tónleikagreinum var ein stór frægd, og førleikin at syngja kontri beint undir reina tónan var imponerandi. Tað krevur ein góðan sangara at syngja falskt við vilja, og hon megnaði hetta, alt meðan hon nøktaði seg sjálva við einum køksstóli.
Samanumtikið var tað frískligt, at uppliva ein tílíkan leik á føroyskum palli. Tað var bara synd, at hesin leikurin bert hevði eina sýning, tí tað hevði ikki gjørt petti, um føroyingar sluppu at uppliva leikin kring landið.