Hetta vikuskiftið verða tær sera væl umtóktu familju- og jólakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri, við stórum barnakóri, ævintýri og kendum tónleiki Hesi seinastu árini hevur Føroya Symfoniorkestur havt nakrar sera vælumtóktar familjukonsertir uppundir jól.
Konsertir verða aftur í ár og hesuferð verða tær í Ítróttarhøllini í Runavík í dag, leygardagin, klokkan 16 og í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í morgin, sunnudagin, klokkan 16.
Hesar konsertirnar hava verið sera væl umtóktar og tað hevur verið mestsum fullsett hvørja ferð.
Tað er Føroya Symfoniorkestur undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, sum er ein høvuðstáttur í konsertunum og dentur er lagdur á at gera konsertir fyri alla familjuna.
Á konsertunum hesuferð fer Jensina Olsen at fortelja ævintýrið um Kavamannin, har symfoniorkestrið spælir afturvið.
Á hesum konsertunum er denturin lagdur á tey ungu og ein partur av hesum er, at eitt av Føroya størstu barnakórum við 200 børnum úr Streymoy og Eysturoy, fer at syngja.
Solistar eru Sára Berghamar Danielsen, sum syngur og Alvi Joensen á gittari.
Atgongumerkini kosta 75 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.
Á skránni eru kendir jólasangir, bæði føroyskir og útlendskir og kendur tónleikur úr filminum ?Pirates of The Caribbean?, so hgetta er eitt gylt høvi hjá allari familjuni at fáa eitt felags upplivilsi