Klokkan 10.45 byrjaði kjak á Rás 2 millum tey trý valevnini til formanssessin í Fiskimannafelagnum.
Tað er sitandi formaður, Jan Højgaard, sum ætlar afturval, sum skal kappast við avbjóðararnar, Sakaris Zachariassen og Grím Hammer.
Tað er Heri Simonsen, sum er vertur, og at hjálpa sær hevu hann fiskivinnuviðmælaran í Miðlahúsinum, Vilmund Jacobsen, sum stýrir kjakinum.
Atkvøðugreiðslan fer fram allan januar mánað, fyri at allir sjómenn skulu hava møguleika at atkvøða.
Serliga Sakaris Zachariassen hevur ført seg fram í miðlunum, og eitt annað serligt við hesum valinum er, at hin avbjóðarin, Grímur Hammer, starvast hjá Fiskimannafelagnum.
Kjakið heldur fram til tíðindini klokkan 11.