Tá hann er tøkur, so verjir føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen málið hjá íslendska meistaraliðnum, FH.
31. august spælir FH heimadyst ímóti KR á Kaplakrika leikvøllinum í Hafnafirði, men tað verður uttan Gunnar Nielsen.
Sama kvøld stendur Gunnar Nielsen - allarhelst - í málinum hjá føroyska landsliðnum, sum spælir HM-undankappingardyst ímóti Portugal og Cristiano Ronaldo niðri í Porto.
Hetta kvøldið kemur Vignir Jóhannesson at verja málið hjá FH. Vignir Jóhannessson hevur vart málið hjá FH í fleiri av teimum innleiðandi dystunum í tí islendsku steypakappingini.