Fiat Dubló er gjørdur til at kappast við Renault Kangoo, Peugeot Partner, Citroën Berlingo og aðrar rúmligar bilar í hesum klassanum. Konstruktiónin er eins og á teimum fronsku kappingarneytunum soleiðis at bilurin verður gjørdur sum persónbilur og vørubilur. Hjá Fiat verður roknað við at 60 prosent av Dublò bilunum verða seldir sum vørubilar. Dublò verður eisini gjørdur sum vørubilur við blendaðum síðurútum, Dublò Cargo, ið hevur pláss til 2 europlattar.
Nógv trygdarútgerð
Sum privatbilur er Dublò ein sera rúmligur fimm persóna MPV. Bilurin er sera væl útgjørdur, hevur 4 airbag, brandverjuskipanin FPS (Fire Prevention System) er við til at tryggja tey ferðandi. ABS bremsurnar, eru av slagnum Bosch 5.3 við 4 sensorum og EBD (Elektronic Brake Distrubution), og "Fiat Code" startsperru, sum eyka trygd móti tjóvarí.
Dragihurðar á síðunum
Dublò hevur dragihurðar við dragirútum á báðum síðum, eisini aftasti síðurúturin kann latast upp til ventilatión. Hann fæst við einari topphongdari baklúku ella tveimum síðuhongdum hurðum sum ikki eru eins stórar. Við baksetrunum uppi er viðførisrúmið 750 litrar, og 3000 litrar tá tey verða løgd niður. Gearstongin er í instrumentborðinum og ein hyll er uppi undir loftinum, eins og á fronsku kappingarneytunum.
Turbodiesel er á veg
Fiat Dublò er ein bilur til tey sum vilja hava ein rúmligan og praktiskan bil. Hesin bilurin vit hava fyri okkum er ein Dublò 65 við 1.2 litur bensinmotori. Um tveir mánaðir fæst hann við 1.9 litur JTD turbodiesel við commin-rail innspræning og 100 hk.