Fide World Cup

Levon Aronian úr Armenia vann World Cup, tá hann vann finaluna ímóti Ruslan Ponomariov úr Ukreina. 15 ára gamli Magnus Carlsen varð sensationelt nr. 10.

Talv

Fide World Cup, sum varð telvd í Khanty Mansyisk í Russlandi, skuldi upprunaliga verða ein kapping um at finna nýggjan heimsmeistara í HM-kappingini Men tað varð broytt til, at teir fremstu tíggju telvararnir frá World Cup, saman við fýra teimum fremstu frá herfyri leiktu HM-kappingini í San Luis, Argentina (Veselin Topalov, Peter Svidler, Viswanathan Anand og Alexander Morozevich), skulu komandi heyst telva kandidatdystir, eins og í gomlum døgum. Og einaferð í 2007 er so ætlanin at nýggjur heimsmeistari skal verða funnin.
Telvað varð eftir Knock-Out skipanini í Mansyisk. Tungvektararnir komu flestir víðari fram til endaspurtin. Tó so, hægstrataði Vassily Ivanchuk tapti í 2. umfari ímóti Ivan Cheparinov, sum er sekundantur hjá heimsmeistaranum Veselin Topalov.
15 ára gamli Magnus Carlsen úr Norra, vann á sama Cheparinov í 3. umfari. Magnus vísti (enn einaferð) dygdir í heimsklassa, og fekk eitt væl uppiborið 10. pláss. Hann sló millum annað franska stórtelvaran Joel Lautier úr kappingini. Magnus er eftir kappingina væl omanfyri 2600 í rating.

Javnaldrar í hálvfinalunum
Levon Aronian, 23, og Etienne Bacrot, 22, hittust í tí einu hálvfinaluni, meðan Ruslan Ponomariov, 22, og Alexander Grischuk, 22, hittust í hinari. Ikki bert í aldri eru teir javnir, men eisini í rating, tí allir hava teir omanfyri 2700 ratingstig.
Aronian hevur seinastu tvey árini veruliga markerað seg. Hóast Bacrot er í sera góðum formi, kundi hann ikki steðga superstiman hjá Aronian, sum vann dystin teirra millum 1,5-0,5.
Grischuk og Ponomariov, sum endaðu javnt fremstir í 1st Tórshavn International í 2000, leiktu 1-1. Kviktalvsumdystin vann Ponomariov 2-0.
Finalan gjørdist spennandi. Serliga seinna talvið, sum eins og tað fyrra endaði javnt. Kviktalvsumdystin vann Aronian 2-0 og vann hann sostatt Fide World Cup 2005.
Tíggju teir fremstu, harav Magnus Carlsen, sleppa at royna seg móti heimsins bestu komandi ár.

Topp 16
1Levon Aronian
2Ruslan Ponomariov
3Etienne Bacrot
4Alexander Grischuk
5Evgeny Bareev
6Boris Gelfand
7 Sergei Rublevsky
8Mikhail Gurevich
9Gata Kamsky
10Magnus Carlsen
11Vladimir Malakhov
12Francisco Vallejo Pons
13Alexey Dreev
14Loek Van Wely
15Joel Lautier
16Konstantin Sakaev

Havnin einsamøll fremst
Útsetti dysturin millum Havnina og Klaksvík 2 varð telvdur sunnudagin. Havnarliðið, sum helst er tað sterkasta liðið í 1. deild nakrantíð á pappírinum, vann ruddiliga 4-0.
Martin Poulsen telvaði við fyri fyrstu ferð í ár. Hann vann trygt á Finnbjørn Vang, sum hesaferð mannaði fyrsta borðið (telvar vanliga við KTF1) hjá KTF 2. Finnbjørn misti finnu tíðliga og nýtti síðani alt ov nógva tíð. Tað kann ein ikki bara soleiðis hætta sær ímóti ein av teimum sterkastu telvarunum í Føroyum.
Olaf Berg vann eitt drúgvt talv ímóti Rana Nolsøe á 2. borði, eins og Helgi D. Ziska vann eitt drúgvt talv ímóti Steintóri Rasmussen. Olaf og Helgi vunnu báðir sær finnu í miðspælinum.
Talvið á 4. borði millum Boga Ziska og Rúna Dragaberg varð rættiliga opið, har Bogi helst leingi hevði lítlan fyrimun. Rúni leikti skeivt og tapti við brestin.
Havnarmenn otaðu seg við stórsigrinum framum vestmenningar. Teir hava nú 11,5 stig, meðan vestmenningar hava 10,5 stig. Næstir í røðini eru klaksvíkingar (KTF1) við 8 stigum. Fjórða umfar verður 8. januar.