FIFA-forsetin: - Sjálvandi skulu Føroyar vera við

- Ímynda tær, um týskir fjepparar ikki sluppu at rópa “Deutschland, Deutschland, Deutschland!” ella franskir fjepparar ikki sluppu at rópa “Allez les Bleus!”, brosaði Joseph S. Blatter í góðum hýri á tíðindafundi í FSF í morgun, tá ið hann blandaði seg upp í kjakið hvørs tað er neyðugt at hava smærri fótbóltslond við í undankappingum til EM og HM.

 

- Tit gera eingi framstig, um tit kappast við lond sum Andorra og Liktinstein. Tit mugu spæla dystir ímóti sterkari londum. Tað, at tit hava valt at gera tað, er gott. Tað er uppgávan hjá sterkari londum at spæla slíkar dystir, tí í fótbólti ræður tað um samanhald. Hóast eg var áleypari tá ið eg spældi, so eri eg verjuleikari hjá tykkum í hesum kjakinum, segði Joseph S. Blatter, sum eisini fegnaðist um, at eitt samt FIFA dyggiliga atkvøddi ímóti at lækka talið av luttakandi londum til HM-undankappingar.

 

Vitjaði í Vágunum

Tað var í gjár, at 76 ára gamli FIFA-forsetin, Joseph S. Blatter, kom til Føroya á vitjan. Tvær ferðir áður hevur hann verið ávegis til Føroya, í 2004 og í 2010, men av ymsum orsøkum fyrru ferðina og vegna ov vánaligt veður aðru ferðina, vórðu hesar vitjanirnar av ongum.

 

76 ára gamli Joseph S. “Sepp” Blatter, sum hevur verið FIFA-forseti í 14 ár, lendi seinnapartin týsdagin í Vágunum. Hann var á vitjan á sparkivøllinum norðuri á Heiðum í Miðvági, har hann hitti borgarstjóran í Vága Kommunu, Albert Ellefsen, og formenn í fótbóltsfeløgum vesturi í Vágunum.

 

FIFA-forsetin nýtti høvið at siga nøkur orð, har hann millum annað takkaði fyri gávuna frá Vága Kommunu, sum var ein grindaknívur, ið Petur Hansen hevur gjørt.

 

Leiðin gekk síðani til Kirkjubøar, har Fótbóltssamband Føroya var vertur fyri døgurða.

 

Fegnast um graslíkið

Mikumorgunin var Joseph S. Blatter gestur við morgunmatarborðið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og eftir tað gekk leiðin á Tórsvøll, har hann klipti ein snór og avdúkaði eina plátu sum tekin um, at FIFA hevur stuðlað verkætlanini á Tórsvølli.

 

Eftir hetta varð boðið á tíðindafund, har Joseph S. Blatter vísti á, at hann var sera fegin um at síggja graslíkið á Tórsvølli. Hann hevur verið ein av undangongumonnunum í strembanini eftir at fáa graslíki góðkent til altjóða skrásettir dystir, og í 12 ár hevur FIFA arbeitt við at menna graslíkisvallirnar, sum nú eru góðkendir og eru lagdir ymsastaðni kring heimin – eitt nú í Føroyum.

 

- Allir leikarar eiga at vera glaðir fyri slíkar vallir. Eru teir ikki tað, hava teir skerdar tekniskar fótbóltsførleikar, flenti Joseph S. Blatter og vísti á, at tað krevst at spæla góðan fótbólt, um ein skal vinna dystir á graslíki.

 

Fyrsti dysturin hjá føroyska A-landsliðnum á nýggja graslíkinum á Tórsvølli verður fríggjadagin ímóti Svøríki. Joseph S. Blatter var áhugaður í hesum dystinum, tí Svøríki hevur átt ein týðandi lut í FIFA í mong ár, og tá ið hann tosaði um dystin sjálvan, helt hann fyri, Føroyar høvdu ein møguleika.

 

- Í fótbólti kunnu øll vinna ímóti øllum, ljóðaðu bjartskygdu orðini frá honum.

 

Neyðugt við fótbóltshøll

Joseph S. Blatter nam eisini við nógv umrødda kjakið um fótbóltshøll í Føroyum, og her hevði lágbeinti, valdsmikli maðurin úr Sveis sína greiðu hugsan.

 

- Tað er ikki lætt at spæla fótbólt í Føroyum. Tit hava ein harðan vetur, og hann setir fót fyri. Fyri menningina av fótbóltinum í Føroyum hevði verið umráðandi hjá tykkum at fingið eina góðkenda fótbóltshøll, segði Joseph S. Blatter, sum júst er afturkomin av vitjan í Íslandi, har tríggjar av teimum sjey fótbóltshallunum eru FIFA-góðkendar.

 

Hann helt á við at undirstrika týdningin av einari slíkari høll í Føroyum.

 

- Tað er ikki einans ein umráðandi avgerð. Spyrt tú meg, so er tað ein alneyðug avgerð. Tað er neyðugt hjá Fótbóltssambandi Føroya at raðfesta hetta, segði Joseph S. Bletter, sum ikki beinleiðis vildi svara, um FIFA vildi stuðla eini slíkari verkætlan fíggjarliga, men vísti á, at FIFA hevur hækkað sín árliga stuðul til fótbóltssambond hesum viðvíkjandi og at Føroyar burdu fingið stuðul úr Danmark.

 

Hann vísti á, at við framfýsni er alt møguligt, og peikaði á lond, har korini eru sera ring, men tó hava sínar egnu fótbóltsdeildir - eitt nú Afganistan og Sýria.

 

Møtti landsliðnum

Føroyska landsliðið, sum í somu løtu hevði fyrireikandi venjingar á Tórsvølli til undankappingardystirnar ímóti Svøríki og Írlandi fríggja- og týsdagin, gav sær eisini eina løtu saman við FIFA-forsetanum.

 

Legendan í føroyska málinum, 42 ára gamli Jákup Mikkelsen, var málmaður í eini brotssparkskapping, har Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Christian Andreasen, FSF-forseti, og Kaj Leo Holm Johannesen, Føroya løgmaður, royndu seg. Skotið hjá Heðini Mortensen var ikki serliga sannførandi, men snýtti Jákup Mikkelsen og smeyg sær í netmeskarnar. Christian Andreasen royndi at vera snildur og lyfta bóltin upp um málverjan, men meiri skal til at lumpa Jákup Mikkelsen. Hann loftaði bóltinum lættliga.

 

Kaj Leo Holm Johannesen var yvirlegin og tað sást við míla fjarstøðu, at hann er fyrrverandi fótbóltsleikari. Hann langaði bóltin út við vinstru stong uttan møguleika hjá Jákupi Mikkelsen at gera nakað sum helst við skotið.

 

Joseph S. Blatter tók púra beint atlit til síni 76 ár á baki og hugsaði fyrst og fremst um heilsuna. Í lakkskóm sínum við fløtum botni vildi hann ikki taka óráð fyri og valdi hann bara at trilla bóltin – hevði tað verið førd hagtøl í kappingini, hevði tað valla talt sum eitt skot upp á mál.

 

Hevur úr at gera

Eftir at tíðindafundurin var lokin, gav ein smílandi Joseph S. Blatter sær góða tíð at heilsa upp á tey uppmøttu fólkini, men tað gekk bara eitt lítið bil, áðrenn hann aftur aftur var at síggja í telefonsamrøðu. Hesaferð var tað eyðsæð ein álvarslig samrøða, og harðmæltur staðfesti hann bara, at hann er ein valdsmikil og umbiðin harri.

 

Kl.15 seinnapartin lættir privata flogfar hansara úr Vágunum við kós ímóti Zürich, Sveis.