FIFA hevur givið loyvi til at russisku U17-landsliðini við gentum og dreingjum sleppa at luttaka í altjóða kapping aftur. Tað boðar altjóða fótbóltssamgongan frá í tíðindaskrivi.
Russland hevur verið útihýst úr øllum FIFA kappingum, síðani innrásina í Ukraina. Tó hevur FIFA nú latið hurðina upp – ella á glopp – fyri russiskari luttøku, men hon kemur við treytum.
U17-landsliðini sleppa ikki at spæla undir russiskum flaggi, ella at spæla í russiska spælibúnanum ella at syngja russiska tjóðsangin. Hinvegin skulu russisku liðini spæla undir hetinum ”Fótbóltsfelagsskapurin í Russlandi”.
Tað var UEFA, sum á fyrstan tíð gav russisku U17-landsliðunum loyvi at luttaka. Eitt av argumentunum var, at tey ungu skulu ikki revsast fyri tað, sum leiðslan í landinum hevur gjørt. UEFA kappingin fyri U17-landslið er undankapping til FIFA U17 endaspælið. Av tí at samanhangur er, hevur FIFA játtað luttøku av russisku liðunum.
Hóast hurðin til Russlands nú er gloppað, so slær FIFA fast, at allar aðrar sanktiónir standa við.