Tvey evni hava fylt nógv í miðlamyndini undir HM-endaspælinum í Suðurafrika. Annað teirra er gangurin frá vuvuzela-hornunum undir dystunum á teimum 10 HM-leikvallunum. Hin er serligi HM-bólturin, »Jabulani«.
Mestsum øll hava havt sína meining um bóltin, sum hevur verið fyri hvøssum atfinningum, men ikki fyrr enn nú hevur altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, gjørt nakrar viðmerkingar til bóltin, samstundis sum FIFA viðgongur, at bólturin kanska ikki ber seg at, sum bóltar vanliga gera.
Nú bara fjórðingsfinalur, hálvfinalurnar, bronsudysturin og sjálv finalan eru eftir at spæla, verður staðfest, at »Jabulani« eftir øllum at døma hevur verið orsøk til fleiri heldur løgnar støður, sum hava fingið onkran at sagt, at bólturin »uppførir seg sum ein bíligur plastikkbóltur, tú kanst keypa fyri fáar krónur í leikuhandlunum«.
– Vit eru ikki deyv, og FIFA hevur eisini lagt til merkis, at nógv er blivið sagt um bóltin hesa ferð, sigur FIFA-aðalskrivarin, Jerome Valcke.
Adidas hevur gjørt HM-bóltarnar líka síðani 1970, men ongantíð er so nógv blivið tosað um bóltin, sum hesa ferð. Týska risafyritøkan sigur seg kortini ikki skilja allar atfinningarnar, men vísir á, at øll liðini í HM-endaspælinum hava havt møguleika at vant seg við bóltin í fleiri mánaðir.
Nú so langt er komið í HM-endaspælinum, fer FIFA heldur ikki at gera nakað við bóltin, men Valcke rør framundir, at í FIFA eru tey ikki heilt nøgd við bóltin, sum tí óivað verður tikin til viðgerðar eftir HM-endaspælið.
– Reglur eru fyri, hvussu stórur ein bóltur skal vera og hvussu nógv hann skal viga. Men fyri okkum hevur tað nógv at siga, at ein so fullkomin bóltur sum gjørligt verður brúktur til slíkar kappingar, sigur FIFA-aðalskrivarin.