Fótbóltur
Fyrispurningurin hjá Írlandi, um at gerast land nummar 33 í HM-endaspælinum byggir á rokmiklu hendingina, tá fraklendingurin, Thierry Henry førkaði bóltin við hondini í tí seinna play-off dystinum millum Írland og Frakland á Stadé de France í París.
Írar høvdu ikki so ræðuliga stórar vónir um, at FIFA fór at ganga teirra ynski á møti, men teir valdu kortini at senda fyrispurningin, bara fyri at fáa ein respons frá FIFA.
Responsin hava írar fingið. Aðalskrivarin hjá FIFA, Jerome Valcke sigur við Sky Sports, at tað er ógjørligt at broyta bygnaðin í HM-endaspælinum so stutt undan HM. Jerome Valcke heldur eisini, at FIFA hevði druknað í fyrispurningum og krøvum frá ymiskum FIFA-limalondum, um teir høvdu gingið við til kravið hjá Írlandi.
Jerome Valcke metir tó ikki fyrispurningin hjá Írlandi vera tápuligan.
- Tað er bara ikki gjørligt at gjøgnumføra eina slíka broyting, staðfestir FIFA-aðalskrivarin.
Fríggjadagin verður lutakast um bólkabýtið í Suður-Afrika. Tey 32 luttakandi londini skulu býtast í átta bólkar. Tá byrjar HM-niðurteljingin av sonnum.