Fíggjarætlanin hjá Vágs býráð fyri 2024 samtykt

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 27. novembur 2023 fíggjarætlanina fyri 2024 við 2. viðgerð.

 

Hetta skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.

 

Skattaprosentið fyri 2024 veður lækkað úr 21,30% til 21,10% og barnafrádrátturin hækkar frá 6.000 kr. til 6.250 kr. fyri barni. Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu komandi ár eru mettar til 74,006 mió kr. Rakstrar útreiðslurnar verða 67,694 mió kr., løgurnar verða 5,195 mió kr. og eitt RLÚ á 1,117 mió kr., sum verður til at gjalda niður skuld.

 

Høvuðstøl í fíggjarætlanini

 

Skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru mettar til 47,720 mió kr. Eftirlønarskattur er mettur til 17,081 mió kr. DIS, FAS og aðrir frádráttir verða 3,859 mió kr., meðan partafelagsskatturin er mettur til 3,500 mió kr. Leiguinntøkurnar av ellisheiminum Hamragarður eru 1,846 mió kr. Samlaðu inntøkurnar eru mettar til at verða góðar 2,413 mió kr. hægri í 2024, í mun til 2023.

 

 

Skattalættin og barnafrádrátturin kostar áleið 0,5 mió kr. Bjarni Johansen, borgarstjóri gleðist um, at okur í 2024 kunnu aftur lætta um hjá borgarum í Vágs kommunu.

 

 

Raksturin av tænastum, sum Vágs Kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2024 mettur at kosta áleið 66,219 mió. kr. Hetta er áleið 4,651 mió kr. hægri enn í 2023. Tað er serliga almanna- og heilsumál, kommunal fyrisiting, umframt mentan og frítíð, sum økja um raksturin.

 

Vágs Kommuna fer í 2024 at gera íløgur fyri 5,195 mió. kr.

 

Nakrar av íløgunum sum verða gjørdar í Vágs Kommunu eru hesar:

 

  • Fyrr í ár byrjaði arbeiði at gera gamla svimjihylin í Vágs skúla til eitt auditorium. Hetta arbeiðið heldur fram í 2024, har 700.000 kr eru settar at til tað arbeiðið.
  • Vágs skúli hevur gjøgnum fleiri ár verið raðfestur við dagføringum og heldur tað arbeiði fram í 2024, har hølisviðurskiftini skulu dagførast. Eisini er peningur settur av til at reinsa fasaduna og reinsa tekjuna á gamla partinum av skúlanum.
  • Í 2022 og 2023 hevur Vágs Kommuna víðka um hølisviðurskiftinum hjá barnagarðinum Eikilund, hetta arbeiði er nú liðugt, nú er pláss til 130 børn í barnagarðinum Eikilund. Komandi ár skal økið rundanum gerast liðugt, har nýggj girðing verður sett upp.
  • Á havnaøkinum eru settar 800.000 kr. til dagføringar, millum annað skal bátadrátturin, sum bleiv gjødur fyri nøkrum árum, síðan dagførast, so tað verður lættari at fáa bátar upp, og aðrar ábøtur skulu gerast á havnalagnum.
  • Á tekniska økinum er peningur settur av til at økja um vatngoymsluna. Ætlanin er at økja um vatngoymsluna við vestara reinsuverk. Peningur er eisini settur av til dagføringar av kloakkum í bygdini.
  • Fyrr í ár keypti Vágs Kommuna bygningin sum umsitingin situr í frá Mentamálaráðnum. Komandi ár er peningur settur av til at skifta vindeyguni og at mála bygningin.
  • Spæliplássið sum er í miðbýnum verður eisini dagført.
  • Og dagføringar verða framhaldandi gjørdar á Páls Høll.

 

 

 

GlasovnBátadráttur
Zink og stigar á havnalagnumVatnveiting
Kloakk/vatnveitingHeilsumiðstøðin dagføring av forhøll, ljós, lásaskipan
ParkeringsviðurskiftirKommunuskrivstovan málast og skifta vindeygu/hurðar
Spælipláss í miðbýnum – Fiskaplássið á LøðhamriVentilatión í Páls Høll
Málað UngdómshúsiðHalda fram við Auditorium
Vaska klædning og tak á Vágs skúlaKringumstøðurnar við Eikilund
VatngoymslaHurðapartí á Miðlatún

 

Eitt sum merkir fíggjarætlanina 2024 hjá Vágs Kommunu er, at okur hava sett meiri pening av á rakstrinum til viðlíkahald av ognunum hjá Vágs Kommunu. Vágs Kommuna eigur nógvar bygningar, og krevja teir nógv viðlíkahald og betran av orkunýsluni, skrivar vagur.fo.

 

Vágs Kommuna fer framhaldandi at gera átøk sum skapa trivna fyri vágbingar. Eitt nú verður Virkin Vágur, Eldradagar, Summarskúli, Ljósfest o.o tiltøk sum Vágs Kommuna verður partur av, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.