info
Ongi úrslit

Fíggjarligi ruðuleikin má ruddast fyri at lækka skattin

Rógvi Nybo
27. juni 2022 kl. 15:39

Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin og fyrrverandi formaður fólkafloksins, Jørgen Niclasen, var skjótur upp úr politiska høvdatrognum við gyltum vallyftum. Ein skattalætta til mín og til tín, tað er einasta bjargingin móti príshækkingum.

Rætt hevur Jørgen Niclasen í tí, at besti og beinraknasti heilivágurin móti sviðanum av príshækkingum, er at taka minni inn frá arbeiðandi fólkinum.

Trupulleikin hjá landskassanum er tó tann fullkomni ruðuleiki, vanstýringin hjá Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni í Fíggjarmálum hevur havt við sær.

Í allarbestu tíðum, við buldrandi búskapi, galloperandi inntøkum og fólkavøkstri, hevur Jørgen Niclasen ongantíð so mikið sum megnað at fingið eina krónu at lopið av í landskassan. Hall, hall og aftur hall. Vorðið sum borgarligur politikkur, at bara borga fyri halli í landshúsarhaldinum! Hatta ballið er búið, og nú mugu vit tryggja haldførið í kassanum enn eina ferð! Vónandi verður ikki ov leingi, áðrenn veljarin sleppur at sópa út aftur.

So kann Jørgen Niclasen koma á banan aftur og lova skattalætta – eitt tað mest forútsigiliga politiska trekkið í allari verðini, tí nógvar skattalættar hava teir eftirhondini lova. Men skattalættarnir hjá Fólkaflokkinum eru ikki fyri tey, ið bara hava eina vanliga arbeiðsinntøku og bara gjalda arbeiðsskatt. Tað eru altíð tveir til mín og ein hálvur til tín, tá Fólkaflokkurin roknar skattin, og helst skulu kommunukassarnir eisini standa við rokningini.

Lat okkum endiliga fáa arbeiðsskattin longur niður, tí hann svíður mest og har lættir mest um at lækka. Men so má fíggjarligi ruðuleikin eftir Fólkaflokkinum ruddast upp áðrenn!

Rógvi Nybo

Tjóðveldi

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

5 tímar síðan
Fótbóltur

Portugal fyrireikar seg uttan Ronaldo

6 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken tapti eisini annan dystin í Champions League

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo farin úr leguni: Vil seinni siga sannleikan

6 tímar síðan
Tíðindi

Fastlæst støða í Svø­ríki: Eing­in vil leiða stjórn­ar­sam­ráð­ingar

7 tímar síðan
Tíðindi

Uttanríkis- og fiskimálaráðið frídømt í Hægstarætti

7 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB skelkaði StÍF í høllini við Streymin

7 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og liðfelagarnir taptu óvæntað fyri botnliði

8 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

8 tímar síðan
Tíðindi

Danska húskið eftir kríggið

8 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: U-21 Føroyar-Luksenborg

9 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin finala á Tórsvølli

10 tímar síðan