Í gjár setti nývaldi løgtingið hol á fyrstu viðgerð av fíggjarlógini fyri 2016. Kjakið var serliga merkt av, at nývalda landsstýriskvinnan, Kristina Háfoss, ikki hevur havt stundir til at gera eina nýggja fíggjarlóg. Men landið hevur tørv á eini fíggjarlóg, og stýrisskipanarlógin áleggur landsstýrinum, at eitt uppskot til fíggjarlóg skal leggjast fyri tingi áðrenn 1. oktober. Tískil hevur landsstýriskvinnan valt at leggja eitt framroknað uppskot til fíggjarlóg fyri løgtingið.
Samstundis boðaði landsstýriskvinnan frá, at samgongan fer at gera broytingar í uppskotinum undir sjálvari viðgerðini í tinginum, ið endurspeglar politikkin og ynskini hjá samgonguni.
Tá talan sostatt er um eitt uppskot, ið samgongan ikki veruliga vil kennast við, so gjørdist viðgerin eisini hareftir. Bæði samgonga og andstøða ynsktu at gera broytingar í uppskotinum, so tað er sannlíkt, at uppskotið til fíggjarlóg í 2016 verður munandi broytt, tá tað verður samtykt um miðjan desember.
Harumframt hevur landsstýriskvinnan, Kristina Háfoss, lagt tvey onnur uppskot fyri tingi. Talan er um tvey uppskot, ið eru tengd at fíggjarlógini og skulu leggjast fram samstundis sum uppskot til fíggjarlóg.
Talan er um uppskotini uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og Uppskot til løgtingslóg um gjald á veiðu av makreli og norðhavssild í 2016.
Eins og við uppskotinum til fíggjarlóg, so hevur samgongan ikki havt stundir at gjørt sítt egna uppskot, og tískil verður mælt til at leingja galdandi lógir frá 2015.