Fíggjarmálaraðharrin í Tindhólmi

Summi vitja Mallorca, summi Tenerife, føroyski fíggjarmálaráðharrin heldur seg til Tindhólm.

Summi vitja Mallorca, summi Tenerife, føroyski fíggjarmálaráðharrin heldur seg til Tindhólm.

 

Tað eru kanska ikki øll, ið vita tað, men Jørgen Niclasen er ein av eigarunum av Tindhólmi, og hann eigur eisini nýggjaru húsini í hólminum.

 

Tað er tí ikki óvanligt, at hann ferðast út hagar, serliga um sumrarnar, og viðhvørt - sum nú - heldur hann nakrar dagar frí í Tindhólmi.

 

Tindhólmur hevur vanliga eitt ríkt fuglalív, tó at hólmurin eins og restin av landinum í hesum árum er raktur av náttúru viðurskiftum sum gera, at fuglalívið ikki er tað, sum tað hevur verið.

 

Jørgen skrivar soleiðis á facebook:

 

»Fuglalív í Tindhólmi. Lundin verið friðaður síðan 2008 í hólminum, so nú kann eygleiðast og sum hendan túrin, avmyndast. Haldi fuglalívið í hólminum er nógv broytt í mínari tíð. Ì ár er nakað av lunda at síggja, men tað gleðiliga er, at sildberar síggjast og eisini liggja lundar á eggum. Vit heilsaðu upp á onkran, sum tó var rak. Væl er til av havhesti, sum reiðrast. Fekk mynd av havhestunga í somu løtu, hann var útkomin. Væl meira sæst av Teista og eisini sóust skurðapisur skáka á Nesinum. Æður svimja runt við ungum og onkur æva lá á eggum. Oh dett deiliga dún í reiðrinum. Vanliga vóru túsundtals ternur, sum reiðraðust runt lendingina. Tær plagdu at leipa á so skjótt, vit traðkaðu á land. Í ár síggjast ternur, men tær eru nú á Flesjuni og síggjast ikki nógv reiður. Ringast er tó, at skúgvur sær út til at trívast. Í mínum eygum, ringasti rovfuglurin, sum tekur allan fugl, hann fær fatur á. Sum heild er fuglalívið ríkt í hólminum, tó tað er broytt«.