Í gjár feldi bretska tjóðartingið ta avtalu við ES, sum Theresa May, forsætisráðfrú, hevði samrátt Bretland fram til í sambandi við, at Bretland skal úr ES.
Sjálvt um tað førir til stóra ørkymlan, hvat nú skal henda, taka fíggjarmarknaðirnir hetta púra róliga.
Í Danmark letur týðandi partabrævaindeksið C25 upp við eini hækkan upp á 0,3 í morgun. Í Asia fullu partabrøvini eitt lítið sindur gjøgnum náttina, men teir stóru evropisku partabrævamarknaðirnir tykjast positivir.
Á gjaldoyramarknaðinum var heldur eingin spenningur í nátt, tá pundið bara sveiggjaði spakuliga.
Flestu viðmerkjarar halda enn, at EU og Stórabretland uttan iva finna fram til ein avtalu, tí eingin er áhugaður í einum óstruktureraðum og kaotiskum brexit.
– Vit hava alla tíðina hildið, at tað – helst eftir fleiri miseydnaðar atkvøður – fer at eydnast at fáa góðkent eina útfaringaravtalu við ES, og at tað eisini væl kann hava við sær, at brexit-dagurin verður fluttur longur út.
– Tað halda vit fast um. Men óvissan er ógvuliga stór vegna ógreiðu politisku støðuna. Váðin fyri einum kaotiskum »no-deal« brexit eru framvegis til staðar, sjálvt um størsti parturin av tjóðartinginum vil fara lagt fyri at sleppa undan tí, skrivar Jyske Bank í morgun.
Sum støðan er, fer Bretland úr ES síðst í mars. Men bretska stjórnin kann einsíðugt steðga tí, við at taka umsóknina um at fara úr ES aftur.
Tað kann verða skrivað út nýggj fólkaatkvøða, ella bretska tjóðartingið kann enda við at stuðla eini líknandi avtalu, tá veruleikin kemur nærri.
– Vit halda, at útlitini fyri einum kaotiskum brexit uttan avtalu vi ES er minni, skrivar leiðandi búskaparfrøðingurin hjá Goldman Sachs í Evropa, Adrian Paul, sambært tíðindastovuni Reuters í sambandi við atkvøðugreiðsluna í Undirhúsinum í gjárkvøldið.
/ritzau/