Figment Dwells við fyrstu fløguni

Ungi føroyski rokkbólkurin Figment Dwells hevur kunngjørt sína fyrstu studiofløgu, ið ber heitið ”Scopperloit” og kemur út í morgin 23. mars. 

 

Fløgan fevnir um ellivu løg, harímillum vælumtóktu stakfløgurnar ”Goodnight Christopher” og ”Norml lil boi,” ið komu út í seinru helvt av 2015.

 

Figment Dwells er ein sonevndur 'alternativur jogurt rokkbólkur' úr Havn. Bólkurin framførdi sína fyrstu konsert á vári í 2015 í sambandi við árligu Sement tónleikakappingina og hevur síðani tá spælt konsertir kring landið.

 

Sjúrður Samuelsen hevur framleitt fløguna.

 

Limirnir í bólkinum eru: 

Palli Dalsgaard - rytmugittar og sang

Sjúrður Samuelsen - høvuðsgittar

Edvin Niclasen - trummur

Katrin Sigurpálsdóttir Kamban - bass