Figo heldur fram í Inter

Portugisiski fótbóltsspælarin Louis Figo ætlaði sær til miðeystur at spæla fótbólt seinni í ár, men ósemja um sáttmála hjá honum hevur nú við sær, at hann dregur í land. Figo hevur vent felagnum Al-Ittihad bakið, og hann ætlar sær at spæla eitt ár afturat fyri italska meistarafelagið Inter. Ætlanin er, at Figo næsta summar skal í annað starv í felagnum.