Tað er ikki nøkur aprílsøga. Men 2. apríl verður Jan Müller trýss ár.
Jan Müller er ikki ein og hvør í tí føroyska miðlaheiminum. Longu í 1984 gjørdist hann blaðstjóri á Sosialinum, og síðani er nógv pappír farið gjøgnum pressuna.
Sum oddamaður á slíkari fyritøku er eyðsæð, at tað ofta skal ganga skjótt. At framleiða tíðindi er eisini at fara út finna tey. Helst áðrenn deadline.
Tað er misjavnt hvussu liggur fyri hjá fólki at finna eina góða søgu. Men Jan Müller hevur altíð havt “nøs” fyri tílíkum. Hann hevur altíð dugað at havt fingurin á pulsinum. Og ikki minst dugað at yvirtalað fólk til at siga frá síni góðu søgu.
Tað sigst, at slagorðið hjá Tøger Seidenfaden, blaðstjóra, var, at einki er ómøguligt hjá tí, sum ikki skal gera tað sjálvur.
Hjá Jan hevur tað ofta verið øvugt – hóast hann sjálvandi hevur verið væl stuðlaður av góðum fólki.
Longu í 1990 kom blaðið út fimm ferðir um vikuna, og Jan lá ikki á boðunum, tá tann nýggja miðilin, internetið, vann sær frama kring heimin. Longu á heysti 1997 trýsti landsstýrismaðurin á knøttin í táverandi blaðhúsum á Argjum, og Internetsosialuirn var veruleiki. Hetta var í tí tíðini, tá tað æt at fara “út á Internet”, og onkur kappingarneyti róði framundir, at kanska fór hesin nýggi miðil bara at vera eitt upplop...
Hjá Jan er onki ómøguligt. Hvørt tað so er at seta teknara og myndafólk í starv, at vita alt um ta seinastu oljuna, at seta trapputing, at avtaka dulnevnd lesarabrøv, ella at bjóða sjálvum Mandela til Føroya.
Viðhvørt eydnast tað, og viðhvørt kundi hann í øllum førum staðfesta, at hann royndi. Men tá talan er um íkast til demokratiska orðaskiftið í Føroyum, liggur hansara partur ikki eftir.
Tað hevur altíð eyðkent Jan, at hann hevur sýnt ungum fólki álit. Minnist sjálvur, tá vit sum næmingar úr Hoydølum komu út á Argir at prenta skúlablaðið “Vitan”, eftir at onnur prentsmiðjan hevði víst okkum durafjórðingin. Tá var lagamanni hjá Jan og Krisjani Dahl, sála, at prenta fyri ein lítlan penga.
Seinni sást tú so hendan mannin á ein hátt sum ein “primus inter pares”, men kortini á ein annan hátt sum ein oddvita og stjóra, ið heldur sá møguleikar enn forðingar. Sum altíð hevði hugskot og vísti vegin fram. Men sum eisini læt tey ungu sleppa at royna flogið og gera søgur, serbløð og annað.
Nógv eru tey ungu talentini, ið hava fingið kjansin við penninum og seinni knappaborðinum undir leiðsluni hjá Jan. Talent, sum í dag hava sett síni fingramerki ymsastaðni í føroyska samfelagnum.
At arbeiða við tíðindum er eitt sisyfosarbeiði. Vit verður ongantíð liðug.
Men hóast tú onkuntíð kanst hoyra tað víðagitna “hyssj-puffið” frá einum manni, sum hevur havt nógv um at verið, hevur ivi ongantíð verið um, at her var ein maður við hjarta á rætta stað. Ein maður, sum lurtaði eftir argumentunum og við humori, rættvísissansi, forvitni, fingri á fólkasálini og einum ótrúligum virkisfýsni og medviti, hevur drivið verkið.
Tillukku og góðan byr!
------------
Theodor E. D. Olsen