Filip Djordjevic til EB/Streym

EB/Streymur hevur fingið enn eina tilgongd til komandi kappingarár. Talan er um Filip Djordjevic, sum seinasta hálva árið hevur spælt við TB, men undan tí spældi við ÍF

EB/Streymur hevur fingið enn eina tilgongd til komandi kappingarár. Talan er um Filip Djordjevic, sum seinasta hálva árið hevur spælt við TB, men undan tí spældi við ÍF.

 

EB/Streymur skrivar:

 

Í kvøld er sáttmáli gjørdur við Filip Djordjevic. Filip er 27 ára gamal og kemur upprunaliga úr Serbia. Filip flutti til Føroyar í 2010, og hevur síðani spælt við ymiskum feløgum, seinast í TB.

 

Filip hevur sambært FaroeSoccer leikt 256 dystir í bestu deildini og skotið 40 mál. Umframt hetta hevur hann leikt 34 dystir í steypakappingini, og 21 dystir í europa cup. Sostatt er talan um ein sera royndan leikara, sum kann røkja nógv pláss í álopspartinum. Vónin er, at tilgongdin av Filip eisini kann hjálpa okkara ungu leikarum at mennast enn meira.

 

Vit ynskja Filip vælkomnum, og bestu eydnu í felagnum