Filip var fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti

Ógvuliga klossut verjuspæl hjá TB var stóra orsøkin til, at AB við Filip í Liða á odda vann trivaligan heimasigur og nú tevjar møguleikan at varðveita plássið í bestu deildini, meðan tað sær svartari út hjá TB, enn tað gjørdi undan dystinum á Argjum

Síðsta bríksl hevur verið inni í Vika á Argjum. Máltalvan vísir 3-0. AB hevur við sigrinum flutt seg av aftasta plássi og fram á 9. plássið. Nú er ÍF aftast, og nú eru tað trý stig frá AB, sum hevur 13 stig, og fram til TB, ið er á áttanda plássi.

 

Meðan argjamenn fegnast um sigurin, so eiga teir í TB leguni at hyggja aftur á seinnapart á Argjum, har alt tað gekk galið, sum kundi ganga galið. Verjuspælið var óvanliga vánaligt. Hóast fleiri góðar spælarar og stórar málmøguleikar eydnaðist tað ikki at skora mál, og so var tað steinur oman á byrðu, at liðformaðurin Salmundur Bech sá reytt og verður leikbannaður, tá ið KÍ um eina viku verður gestur við Stórá.

 

22 ára gamli Filip í Liða var dagsins maður á Argjum tá ið AB vann 2-0 ímóti TB og við sigrinum lyfti seg av aftasta plássi og framum ÍF.

 

Fyri TB var tað sonn vanlagna, at fyrstu fáu minuttirnir vóru so órudduligir, sum teir vístu seg at vera.

 

Málverjin Anders Hoff hevur verið sjúkur í døgunum upp undir dystin. Hann treiskaðist tó og royndi at verja málið. Men hann fann beinanvegin út av, at tað riggaði als ikki. So varð hann skiftur út, og fýra minuttir seinni var støðan 2-0 til AB.

 

Í báðum førum var Filip í Liða málskjútti. Nøkur send eftir, at TB hevði skift málverja, lyfti hann úr høgru bóltin ímóti málinum, har innskifti Allan Müller var óheppin og misti bóltin aftur um seg og í málið.

 

Og lítla løtu seinni var tað 2-0, og aftur høvdu teir í TB alla orsøk at iðra seg. Teir mistu í uppspælinum, Filip í Liða streyk avstað mitt fyri, og tá ið hann royndi seg við skoti, tveitti málverjin seg og fekk hondina á, men bólturin trillaði inn um strikuna og so var 2-0.

 

-Vit hava verið raktir av sjúku í vikuni. Í gjár segði málverjin, at hann var klárur at spæla, men undir upphitingini vísti tað seg, at hann ikki var tøkur, og so var neyðugt at skifta ófyrireikaða 2. liðsmálverjan inn. Vit góvu AB tvey mál, uttan at tað var neyðugt at sveitta hjá teimum, men vit vístu karakter og reistu okkum og spældu okkum til møguleikar. Men tað eydnaðist ikki at vinna úrtøku úr møguleikunum, og tað kostaði dýrt. Beinanvegin eftir steðgin góvu vit teimum eitt mál aftrat. Salmundur Bech hevur verið sjúkur í vikuni og spældi í miðverjuni, tí hann var ikki so væl fyri, men vit hildu, at í dag kundu vit fáa mest burtur úr honum har. Í dag var vánaligasta avrikið hjá okkum síðani summarsteðgin, men nú mugu vit grava djúpt og vinna dystir, sigur TB venjarin Tummas Erling Djurhuus, venjari hjá TB við Trónd Arge hjá Televarpinum.

 

Hetta var vorðið sum dagur hjá Filip í Liða. Hann hevur í fleiri ár vant fyri at koma fyri seg eftir illavornan skaða í rygginum. Hann var á AB liðnum 26. oktober í 2019, og so var hann aftur á liðnum á jóansøku í ár, tá ið AB tapti 3-2 á útivølli ímóti TB.

 

Í dag var hann fyri 55. ferð á besta AB liðnum. Áður hevur hann skorað fimm mál, og í dag var hann fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti.

 

12 minuttir eftir steðgin økti Marius Kryger Lindh um munin til 3-0. TB uppspæl var høvuðleyst mitt fyri, AB vann bóltin, argjamenn gjørdu skjótt av, tá ið teir spældu fram til Marius Kryger Lindh, sum var púra leysur og gav sær góðar stundir, áðrenn hann setti bóltin í málið.

 

-Vit eru sera fegnir, men samstundis eru vit tilvitaðir um, at hetta var eitt stig á leiðini og trý stig av fleir, sum vit mangla. Vit vóru pressaðir, men tað lætti, at vit beinanvegin fingu tvey mál. TB var kortini væl við, og tí kom tað sera væl við, at vit tíðliga í 2. hálvleiki øktu um leiðsluna, og tá ið teir so vórðu undirmannaðir, snúði tað seg um at fáa tíðina at ganga, sigur Filip í Liða hjá AB.

 

Í næsta umfari fer AB norður til Fuglafirðar, og nú sær tað so nógv ljósari út, enn tað gjørdi á middegi í dag.

 

-Í Fuglafirði verður talan um nýggja finalu, staðfestir Filip í Liða.