Filmleikstjóri ella hvalaverji

Annars er filmsleikstjóri, hin er hvalaveiðumótstøðufólk. Teir eru tó rættiliga meinlíkir

Annars er filmsleikstjóri, hin er hvalaveiðumótstøðufólk. Annar er føroyingur, hin er svii. Teir eru tó rættiliga meinlíkir. So meinlíkir, at fólk blanda teir, sigur Sakaris Stórá.

 

“Tað er eitt sindur absurd,” sigur Sakaris Stórá. Eingin er, enn, komin yvir at kjakast um grindadráp, hann hevur sitið á kafé. “Tey tosa sínámillum á føroyskum, tí tey halda jú, at eg ikki skilji føroyskt. Tað er nokk so stuttligt. Eg plagi tá onkuntíð at heilsa teimum, tá eg reisist og siga “Stop killing whales” við tjúkkum svenskum tónalagi,” sigur hann.

 

Sakaris Stórá fortelur eina søgu frá seinast, tá Sea Shepherd vóru í Føroyum. Nakrir vinmenn hjá Sakaris Stórá hildu, at teir sóu Sakaris í býnum. Tá “Sakaris” fór inn í ein buss, runnu teir yvir at buka á rútin og skapa sær. Tástaðni løgdu teir til merkis, at hetta var ikki Sakaris Stórá, men Peter Hammarstedt. Vinmenninir ivaðust ikki í, at hendingin fór at enda Whale Wars sendingunum hjá Sea Shepherd, men so var ikki.

 

Spurningurin er so, um nakar hevur steðgað Peter Hammarstedt á gøtuni, fyri at práta um Vetrarmorgun.