Filmsbrot: Toskur loypur á æðublik

Havstovan hevur lagt út forvitnisligt filmsbrot, sum vísir eina sjáldsama hending í Haraldsundi.

 

- Hósdagin í farnu viku fingu vit forkunnuga filmsupptøku av einum toski, sum leggur eftir einum æðubliki í Haraldssundi. Á upptøkuni sæst toskurin leypa á og gloypa um hálsin á æðublikinum í eini 10 sekund.

Tað vita tey á Havstovuni at siga í dag.

- Tað kemur meir enn so fyri, at fiskur etur fugl, og tað er fleiri ferðir hent, at fuglur er funnin í fiskamaga. Í fjør varð bæði lundi og náti funnin í havtaskumaga, sum varð fiskað á Føroyabanka.

Lagt verður aftrat, at kjógvi og rotta eisini eru funnin í toski. Men, hetta er tó fyrstu ferð, sum Havstovan veit um at siga, at upptøkur eru fingnar av toski, sum beinleiðis loypur á fugl.

- Upptøkurnar eru tiknar í sambandi við eina verkætlan, sum Havstovan hevur um nebbasild og tosk á innaru leiðum. 

Forvitnisliga upptøkan, har toskur leggur eftir æðubliki, kann síggjast um hesa leinkju - 

https://www.youtube.com/watch?v=MjSNRN9H304&list=PL2Vha-874HC86_noyfIlGb46bbWeyfi5y&index=1