Filmsfelagið: Fyrsti írsktmælti filmur í uppskoti at fáa ein Oscar

Filmurin, sum byggir á søgu hjá Claire Keegan, vann sjey Irish Film & Television virðislønir í heimlandinum. Undir heitinum ”An Cailín Ciúin” er hann fyrsti írsktmælti filmur, sum nakrantíð hevur verið í kapping at vinna ein Oscar sum besti altjóða filmur.

 

Filmurin er hin fyrsti hjá írska leikstjóranum Cailín Ciúin.

 

Vit eru á bygd í Írlandi í 1981. Húskið er illa fyri og mamman er aftur uppá vegin. Tað er summar og stillføra Cáit verður send til onnur fólk at verða. Tigandi gentan, sum higartil hevur verið fyri ongum av berari vanrøkt, blómar í nýggju húsunum, einum bóndagarði í Landsynningsírlandi, har eingir loynidómar eitast at vera.

 

Hóast neytini mjólka og alt stendur í ríkasta summarblóma, er Cáit varin og ber alla tíðina saman við tær kørgu royndir, hon hevur heimífrá.

 

Í nýggju húsunum verður hon fevnd av umsorgan og góðsemi, men tá hon fær innlit í ein djúpan loynidóm, má hon sanna, hvussu skroypilig tilveran er.

 

Yndisummælarin í Filmsfelagnum er Peter Bradshaw í The Guardian. Hann gevur filminum fult stigatal og sigur m.a. “This beautiful and compassionate film…is a child’s-eye look at our fallen world; already it feels to me like a classic.

 

Danska filmstíðarritið Soundvenue gevur eisini fult stigatal og sigur m.a.: "Colm Bairéads spillefilmdebut ”The Quiet Girl” er et rørende, smukt og stille mesterværk, der grådfremkaldende viser, hvad det vil sige at beskytte og elske et barn - og hvorfor man skal føle sig heldig, når solen rammer ens hud."

 

Hetta er næstsíðsti filmur fyri summarsteðgin í Filmsfelagnum.

 

FILMSFELAGIÐ 31/5 kl 20:00 The Quiet Girl (An Cailín Ciúin, Colm Bairéad Írland 2023 94 min)

 

##med1##