Fríðrikur kongur áttandi kemur á land í 1907. Fólk og bilar á veg niðan á Gøtueiði til fólkafund í 1930. Á veiði eftir nebbafiski við hvalastingaranum Heyki í 1949. Mótasýning við undirklæðum og frekum náttkjólum í Hotel Føroyum á Kongabrúnni í Havn í 1966.
Hetta er nakað av tí forkunniga filmstilfari, ið verður at uppliva á komandi DVD-útgávuni »Føroyskar Søgur«, sum kemur út 19. september. Men sunnudagin letur ein framsýning við tilfari úr útgávuni upp í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Fólk, ið støkka inn á gátt í Miðlahúsinum sunnudagin og alla ólavsøkuna, fáa høvi at síggja fyrstu brotini burtur »Føroyskar Søgur«, ið danska framleiðslufelagið Substanz Nordisk Film hevur framleitt í samstarvi við Eik Grunnin.
Seinasta hálva árið hevur ein innsavning av gomlu filmum, ið eru upptiknir í Føroyum seinastu øldina, verði fyriskipað við hjálp frá eldhugaðum privatpersónum, felagsskapum, fjølmiðlum, søvnum og øðrum, og filmsgull er bókstaviliga streymað niður av loftinum og út undan væðingini hjá føroyingum.
– Streymurin av filmsgulli tykist ongan enda taka, staðfestir Uni L. Hansen, ið hevur samskipað »Føroyskar søgur« fyri Substanz Nordisk Film, brosandi.
– Fyri einari viku síðan var eg í Føroyum í arbeiðsørindum, og tá var eg og vitjaði 77 ára gamla Jákup Andreas Arge og konu hansara Solveig á Argjum. Jákup Andreas, ið er fyrrverandi ursmiður, er ein av undangongumonnunum innan filmslist í Føroyum og telist millum størstu privatu veitararnar av filmum til »Føroyskar Søgur«. Jákup Andreas Arge, gjørdi nógv við at dokumentera bæði samtíðina og gamlar siðvenjur í 50unum og 60unum við sínum 16 mm filmsupptøkutóli. Oman á ein góðan kaffimunn frá Solveig, helt Jákup Andreas, at nú eg var í Føroyum og í holt við at savna gamlar filmar saman, skuldu vit fara framvið hjá Petur F. Christiansen, tí Jákup Andreas visti, at hann hevur filmað nógv. Jákup Andreas helt ikki, at vit skuldu ringja og boða frá at vit komu, tí so fóru 86 ára gamli Petur F. og konan bara upp at stákast, og tað var ikki endamálið við vitjanini. Nei, vit skuldu bara fara framvið, og vit so gjørdu, greiðir Uni L. Hansen frá.
Funnið filmsgull
Tað vísti seg, at samskiparin enn einaferð hevði rakt við filmsgull við hjálp frá 77 ára gamla Jákup Andreas Arge. Við sær út aftur frá vitjanini, hevði Uni L. Hansen fleiri 16 mm filmsspolar við upptøkum, ið Petur F. Christiansen hevur gjørt gjøgnum eitt langt lív sum familjumaður, vinnulívsmaður og politikari.
– Hóast »Føroyskar Søgur« eru liðugt redigeraðar og farnar til eftirframleiðslu – tað vil siga, at tær í skrivandi verða koyrdar yvir á DVD og skulu síðan til prentingar –, so valdi eg at taka spolarnar hjá Petur F. við mær til Danmarkar til yvirspælingar. Høvuðsendamálið við verkætlanini er í síðsta enda at varðveita føroyska mentanararvin á filmi, og tað er beinleiðis orsøkin til, at Eik Grunnurin hevur valt at stuðla verkætlanini. Tað var heldur ikki hvørmans ogn at eiga eitt 16 mm upptøkutól í 50unum og 60unum, tí tað var kostnaðarmiklari enn eitt 8 mm bæði at keypa og brúka, men tað er eisini stórur munur á dygdini. Hartil hevur Petur F. Christiansen livað eitt sera áhugvert lív og verið virkin í politikki og vinnulívi, so tilfarið á filmunum hevur í útgangsstøðinum allar fyritreytir fyri at vera søguliga áhugavert og týdningarmikið at varðveita fyri eftirtíðina, greiðir Uni L. Hansen eldhugaður frá.
Góð undirtøka
Søgan um vitjanina hjá Petur F. Christiansen er bara ein av fleiri líkandi søgum, ið Uni L. Hansen kann fortelja um upplivingar í sambandi við arbeiði við »Føroyskum Søgum«. Saman við Birgir Kruse frá Fornfilmsfelagnum, ið hevur hjálpt til við filmsinnsavningini í Føroyum, hava teir ferð eftir ferð rakt við gull á teirra ferðum kring landið í jakstranini eftir filmum, eitt nú heima hjá Rannvá Olsen í Havn, ið eigur ein av elstu privatu filmunum, sum higartil er funnin. Talan er um film í 35 mm stødd, upptikin í Havn og á Tvøroyri í 1926, ið er arvur eftir langabbabeiggja hennara, Ingvald Olsen. Teir hava eisini verið framvið í gomlu og væl varðveiddu húsunum, ið Klæmint Høgnesen, bóndi og handilsmaður, lat byggja Inni í víkum í Oyndarfirði í 1858. Langabbasonur Klæmint, Andrias Klein, eigur í dag húsini, har lógu filmar, ið sonur Klæmint Høgnesen, Julius Høgnesen, ið var apotekari og búði í Danmark, tók upp á ferð til Føroya í 1930.
Umframt hesi meira forkunnigu filmsfund, so hava hópin av fólkum latið teirra privatu og kæru smalfilmssamling inn til yvirspælingar ísambandi við verkætlanina, og harvið hava tey eisini givið sítt íkast til »Føroyskar Søgur«.
Í tøkum tíma
Tað er í tøkum tíma, at »Føroyskar Søgur«-verkætlanin varð sjósett, sambært samskipararnum.
– Fólk eldast, og filmsframsýnararnir eru langtsíðan gingnir fyri, og tískil brenna nógv fólk inni við gomlu filmsrullunum, ið tey ikki ordiliga hava vitað, hvat tey skulu gera við. »Føroyskar Søgur« hevur verið eitt gott høvi hjá fólkum at fáa yvirspælt filmsrullurnar á eitt nýtt format, ið tey kunnu hyggja eftir. Fólk hava eisini verið ómetaliga glað fyri at kunna geva sítt íkast til verkætlanina og upplivað, at tað er eitt brúksvirði í teirra gomlu smalfilmum, ið hava ligið og savnað dust á løftinum ella úti undir væðingini í nógv ár.
Uni L. Hansen frámælir strangliga, at fólk blaka gomlu filmsrullurnar burtur, tí filmsrullurnar eru ómetaliga harðførar, tá ein skal varðveita film.
– Nógvar filmssamlingar, ið vit vita hava innihildið nógv áhugavert, eru burtur, og tað einasta, ið vit sita eftir við, eru vánaligar yvirspælingar frá 80unum á VHS-bondum. Tað er nakað lort, tí VHS-bondini halda í mesta lagi 20-30 ár, meðan filmsrullurnar halda í 100 ár. Um fólk ikki vita, hvat tey skulu gera við teirra filmsrullur, so mælir Uni L. Hansen til, at tey seta seg í samband við Ólav Øster á Fornminnissavninum.
Vorðin søgujunkie
Burtur úr tí rúgvusmikla tilfari, ið er gravað fram í sambandi við »Føroyskar Søgur«, er gjørt eitt úrval av fangandi og sjálvstøðugum søgum, ið hava upptikið fólk og havt týdning fyri, hvussu vit liva í dag. Søgurnar verða allar kryddaðar við upplivingum frá fyrstu hond og frásagnum frá fólki, ið sjálv vóru hjástødd, tá søguligir tilburðir fóru fram.
– Tað er sera umráðandi at undirstrika, at »Føroyskar Søgur« ikki er almenna søga Føroya og føroyinga. »Føroyskar Søgur« eru løtumyndir úr gerandisdegnum hjá føroyingum seinastu 100 árini, og tær varpa ljós á hvussu fólk hava livað og virkað á hesum veðurbardu oyggjum seinastu øldina«, útgreinar Uni L. Hansen, ið hevur kent seg priviligeraðan at sleppa at arbeiða við virðismikla filmsarvinum.
– Eg havi stóran áhuga fyri dokumentarfilmum og dokumentarismu, ið eg havi fingist nógv við gjøgnum bæði lestur og arbeiði. Samstundis eri eg søguáhugaður – elskaði altíð róta í gomlum bløðum og bókum, tá eg sum smádrongur var og vitjaði ommu mína. Eg umhugsaði eitt skiftið eftir student at fara at lesa søgu. Í so máta hevur hetta arbeiði passa sum fótur í hosu fyri mítt viðkomandi, ásannar Uni L. Hansen, ið gjarna vil takka øllum teimum fólkum, ið hava víst verkætlanini so stóran stuðul og uppbakning.
Søgujunkie
Men arbeiðið við Føroyskum Søgum hevur havt sín kostnað fyri samskiparan.
– Eg eri vorðin søgujunkie, skemtar hann. Eg fái ikki ført eina samtalu uttan at snara hana inn á søguligar hendingar og gamlar filmar í rustaðum metaleskjum. Eg havi eisini inntikið eina ómetaliga stóra nøgd av hesum gomlu filmum upp á stutta tíð, tí eg havi bókstaviliga ligið undirgrivin í teimum frá morgun til myrkurs í eitt hálvt ár. Tað hevur riðið um snarið til eina yvirdosis fleiri ferðir. Úrslitið av hesari ovurnýtslu er eisini, at árinið frá gomlu filmunum er ikki eins máttmikið longur. Sum hjá øllum øðrum junkies, so skal alsamt meira og sterkari sakir til. Nú skal eg helst finna ein film, ið er upptikin í Føroyum í 20unum, 30unum ella 40unum, og sum eingin hevur vitað um, áðrenn eg fari heilt upp at flúgva, skemtar Uni L. Hansen.
»Føroyskar Søgur« verða endaliga útgivnar 19. september við undansýning í Sjónleikarhúsinum, men frá sunnudegnum og alla ólavsøkuna verða útvald brot úr »Føroyskum Søgum« víst í Miðlahúsinum. Samskiparin og umboð fyri Substanz Nordisk Film og Eik Grunnin, ið hevur fíggjað verkætlanina, vera hjástødd at sjóseta framsýningina sunnudagin 27. juli. Tað verður klokkan 15.