Fyrsta mál á skránni, tá løgtingsfundur verður klokkan 10 í morgun, er uppskot frá landsstýrismanninum í vinnu- og uttanríkismálum, Poul Michelsen, um at seta á stovn filmshús.
Eftir uppskotinum skal Filmshúsið røkja nógvar og fjøltáttaðar uppgávur. Ein høvuðsuppgáva hjá Filmshúsinum er at tryggja framhald í filmsvinnuni, sum í síni náttúru er eyðkend av ótryggleika og skiftandi arbeiðsumstøðum. Filmshúsið skal savna og miðla vitan um film, filmsvinnuna og filmsførleikar í Føroyum, so at bæði føroyskar og útlendskar filmsframleiðslur kunnu verða settar í verk.
Filmshúsið skal vera savningarstaður fyri føroyska filmsumhvørvið, miðstøð fyri vitan um film, filmsfakligar førleikar og útgerð.
Filmshúsið skal menna altjóða netverk og virka fyri, at føroyskir filmar verða sýndir uttanlands, og Filmshúsið skal eisini vera við til at samskipa og stíla fyri skeiðum og undirvísing í filmsgerð.
Í byrjanini er hølistørvurin hjá Filmshúsinum ikki stórur. Nóg mikið er við einari skrivstovu til leiðaran umframt atgongd til fundarhøli. Meira umráðandi er tað, at Filmshúsið er í einum kveikjandi umhvørvi, har filmsfólk og onnur skapandi fólk hava hug til at koma saman.
Arbeitt verður tí fram ímóti, at virksemið hjá Filmshúsinum verður saman við filmsverkstaðnum Klippfisk, so at filmsfólk hava eitt felags fysiskt umhvørvi.
Tætt samstarv verður somuleiðis við aðrar skipanir og stovnar, sum arbeiða við og stuðla mentan og filmsframleiðslu, m.a. Hugskotinum hjá Tórshavnar kommunu, Íverksetarahúsinum, Mentamálaráðnum, Kringvarpinum, Søvnum Landsins, Fróðskaparsetrinum og Norðurlandahúsinum.
Skráin fyri tingfundin í dag er hendan:
1. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 83/2016: Uppskot til løgtingslóg um filmshús
Málið verður beint í Vinnunevndina
2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 86/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Undantaka smærri føroysk handilsskip frá loðsskyldu)
Málið verður beint í Vinnunevndina
3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 85/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djórasjúkur (Almannakunngering av heilsufrøðiligum upplýsingum viðvíkjandi aling av fiski)
Málið verður beint í Vinnunevndina
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 97/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Um innflutning av ethanli til rúsdrekkaframleiðslu
Málið verður beint í Vinnunevndina
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 126/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 127/2016: Uppskot til løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 125/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund
8. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 128/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Tingmálini nr. 126,127 og nr. 125 og 128/2016 verða viðgjørd undir einum beind í ávikavist Fíggjarnevndina og Rættarnevndina
9. Framløga