Filmsmaður eitt árs fongsul

Mark Basseley Youssef, sum gjørdi ein niðrandi film um profetin Muhammed og ta islamsku trúnna, skal sita eitt ár í fongsli. Tað hevur rætturin í Los Angeles gjørt av.

Tann 55 ára gamli Youssef, sum upprunaliga er kristin kopti úr Egyptalandi, hevur viðgingið, at hann hevur brúkt falsað samleikaprógv, og at hann breyt reglurnar um royndarleyslating eftir ein dóm, sum hann fekk í 2010 fyri bankasvik.

Youssef hevur viðgingið, at hann brúkti navnið Sam Bacile, tá hann fyrr í ár gjørdi filmin «Innocence of Muslims», sum háðar Muhammed, og sum fekk øði í muslimar í nógvum londum.

Í september tók amerikanska løgeeglan Youssef, og í gjár fekk hann eitt árs fongsul.