Filmsteigurin: GODZILLA

-

Eitt ógvusliga bjart snarljós upploysir eystara himmalhválvi. Nógvar túsund kilometrar haðani oysa Kyrrahavsbylgjurnar um eitt farmaskip.

Uttanfyri amerikansku strondunum - báðu megin - verða nógv skip sorlaði sundur í illveðrinum og togaði niður í tað oysandi havið.

Í einum øðrum heimsparti síggjast øgilig fótafet eitt óhugnaligt spor gjøgnum frumskógin í Panama, landsbygdirnar í Thailandi og strendurnar á Jamaica.

Orsøkin til hetta totala kaos er eitt ógvusliga stórt ódjór, sum er á veg móti Manhattan, og sum áveg hartil spreiðir deypa og oyðilegging, sum eingin higartil hevur sæð sín líka.

Hóast tey ikki hava somu áhugamál, so verða granskarin (Matthew Broderick) ein sjónvarpstíðindakvinna (Maria Pitillo), ein kameramaður (Hank Azaria), ein skálkaligur franskur tryggingarmaður (Jean Reno) og so sjálvandi allur amerikanski herurin noydd til at samarbeiða í eini løgnari og sera »skranglutari« eind, fyri at uppklára hesa løgnu gátu og fyri at forða ódjórinum at leggja heimsins størsta bý í oyði.

Men tað er sjálvandi lættari sagt enn gjørt, tí Godzilla er eins stórur og eitt háhús og kann ferðast við fleiri 100 km. um tíman.

So tað er alt annað enn lætt at fáa klørnar í Godzilla, hóast býurin verður tømdur fyri fólk og eitt øgiligt arsenal av vápnum verða nýtt í jagstranini.

Tað er, sum ein av leiðarunum í herinum sigur í filminum:

? We need bigger guns.

Men áðrenn Godzilla veit av tí, er hann ikki einsamallur í heiminum meir.

Tað eru Roland Emmerich og Dean Devlin, sum hava gjørt filmin.