Amerikanska filmsfelagið Crystal Sky hevur keypt rættindini til at gera ein film um bretska ríkmannin Richard Branson.
Filmurin skal gerast eftir bókini "Loosing my virginity", sum er ævisøgan hjá Richard Branson. Í bókini skrivar hann, hví hann valdi at gevast tíðliga í skúlanum, og hvussu tað eydnaðist honum at gerast ein av heimsins ríkastu handilsmonnum. Hann var ikki meiri enn gott tjúgu, tá hann stovnaði plátufelagið Virgin, sum hann í 1992 seldi fyri eina milliard dollarar. Hann hevði eisini sítt egna flogfelag, Virgin Atlantic Airways, sum hann stovnaði í 1984.
Crystal Sky ætlar at fara undir filmin næsta ár, og felagið leitar nú eftir einum at standa fyri framleiðsluni, skrivar NTB.