Filmurin Patch Adams: »Varið tykkum, sjúklingar! Látur smittar!«

Í lestrarárunum fekk Patch Adams at vita, um hann ynskti at verða klovnur, so skuldi hann fara í sirkus. Adams fekk bæði. Og er humor heilivágur, so er Robin Williams eitt heilt apotek. Hann spælir leiklutin sum Patch Adams, ið setir seg upp ímóti læknavísindini við tí umstrídda sjónarhorninum, at látur smittar.

- Boðskapurin hjá Patch Adams kunnu øll í heiminum taka undir við. Hann byggir á vanligu og ósvitandi virðingina fólk eiga at hava fyri hvør øðrum

Í gjárkvøldið sýndi Havnar Bio amerikanska filmin Patch Adams fyri fyrstu ferð. Filmurin, ið hevur vakt miklan ans í Amerika, byggir á lívssøguna hjá Patch Adams. Patch Adams er útbúgvin lækni, men tað er ikki heilivágurin, tablettirnar og sproyturnar, ið eru tey týdningarmestu amboðini í læknayrki hansara. Hann brúkar humar og látur sum heilivág og vápn ímóti sjúkum.

Filmurin varð frumsýndur 2. jóladag í Amerika og millum teir 450 áskoðararnar sat Joel Cole, ið hevur búð í Føroyum og er giftur føroyskari kvinnu. Hann er persónligur vinur og samstarvsfelagi Patch Adams.

- Patch og eg hittust eftir, at eg varð boðin við at ferðast saman við honum til Russlands, har vit skuldu klovna og undirhalda foreldraleysum og sjúkum børnum á sjúkrahúsum. Ein vinkona mín, sum er lækni og rithøvundur, hevði havt samrøðu við Patch í sambandi við eini útgávu her í Minnesota, og var komin at kenna hann ígjøgnum hetta samstarvið. Hon varð eisini yvirtalað at vera við í ferðalagnum til Russlands og var tvær ferðir við, áðrenn eg kom uppí part, greiðir Joel Cole frá.

- Eg havi verið á trimum ferðum uttanlands við Patch Adams, og vit báðir hava verið ógvuliga nógv saman - vit hava klovnað, prátað og tosað aftur og fram um hansara sjónarmið um heilsurøktina í Amerika og úti í heimi. Hann er eitt fólk, sum loyvir vinalagi at vaksa skjótt. Hann er ógvuliga opin, og greiðir frá persónligum viðurskiftum, sum bæði gera hann sárbaran og tiltalandi. Hetta er sanniliga ein munadyggur máti at hjálpa fólki við fyrst at bjóða eitt sindur av einum sjálvum.


Villur, ørligur og samkennandi

Síðani teir hittust fyrstu ferð hava Patch og Joel klovnað og undirhildið í Russlandi, Danmark, Svøríki, Italia, Kroatia, Bosnia/Herzegovenia, og sjálvsagt í Amerika.

- Eg hevði æruna av at verða boðin til frumsýningina av filminum Patch Adams. Nakrir av klovnavinunum hjá Patch Adams fingu loyvi at undirhalda áskoðarafjøldina. Alt kvøldið var surrealistiskt. Har vóru filmsstjørnur, politikarar, og týðandi fólk úr Hollywood í dýrum glitrandi klæðum saman við litføgrum, sprøklutum og skyggandi klovnum. Tá ið filmurin var liðugur segði Patch nøkur fá orð, men áðrenn hann byrjaði, bað hann allar áskoðararnar taka ?whoopie cushin? ella ?prumpuballónina?, ið lá á øllum setrunum í salinum og seta seg á tær samstundis. Hann kallaði hetta ein ?group fart for universal peace?.

- Hetta er eitt talandi dømi um lyndið í Patch. Hann er villur, stuttligur, ørligur og óforútsigiligur. Hann er samstundis fyrikomandi, kerligur og samkennandi.

- Tá ið hann kom til Minnesota fyri at halda røðu á barnasjúkrahúsum fyri at løna aftur beinasemið, ið varð víst einum russiskum barni, sum hevði fingið skurðviðgerð har, vendi hann sær frá fjølmiðlunum, ið spentir bíðaðu honum, og fór beint til børnini. Hann sat hjá børnunum og tosaði við tey. Eg eri æraður at kenna og at læra frá einum so stórum og gávumildum vini, klovni og lækna.

- Boðskapurin hjá Patch Adams kunnu øll í heiminum taka undir við. Hann byggir á vanligu og ósvitandi virðingina fólk eiga at hava fyri hvør øðrum. Hetta er ein boðskapur, sum er farin út um landoddarnar, til nógv støð í Russlandi - at síggja, hvat er skeivt, og hvat kann gerast, fyri at bøta um hetta.

- Filmurin Patch Adams hevur havt ógvuliga stóra ávirkan á amerikanska fólkið. Filmurin var ovast á hittlistanum í átta vikur og er størsti filmurin hjá Universal í longri tíð. Hann hevur verið eitt hitt hjá vanliga fólkinum í Miðamerika. Boðskapurin er kerligur, stuttligur og hvassur. Filmurin fær teg at gráta, flenna og hugsa - samstundis sum tú veitst, at boðskapurin er rættur.

- Patch Adams er ikki farin út av kósini av at verða vorðin so kendur. Hann er ikki ein filmsstjørna, og hann er als ikki ávirkaður av, at hann er vorðin kendur. Hann arbeiðir framvegis ovurhugaður við teim málunum, hann vil hava framd. Hann er framvegis illur um órættvísið, sum verður framt móti teim fátæku, teim uttan ávirkan og tey ungu í okkara heimi. Men við hesum í mentu kunnu øll framvegis nærkast honum. Hann er lættur at tosa við. Eg kann ringja til hann privat, so ofta eg havi hug og tá ið eg havi hug. Og eg eri glaður at vita, at persónurin, ið tekur hornið í hinum endanum, er vinur mín, sigur Joel Cole at enda.


Eitt heilt apotek

Er humor heilivágur, so er Robin Williams, ið spælir Patch Adams í filminum, eitt heilt apotek. Hann spælir tann heilt sentrala leiklutin sum Patch Adams, ið setir seg upp ímóti læknavísindini við tí umstrídda sjónarhorninum, at látur smittar.

Í lestrarárunum fekk Patch Adams at vita, um hann ynskti at verða klovnur, so skuldi hann fara í sirkus. Adams fekk bæði. Hansara løgna søga vísir, at hann bæði hevur verið sjúklingur og lækni á eini deild fyri sálarsjúk.

- Patch Adams er heilt greitt ein løgin undantøka frá reglunum, sigur Robin Williams um mannin, hann spælir í filminum við sama navni. Hann gongur í sprøklutum skjúrtum við slipsi, ið av og á gevur ljóð frá sær. Hann vildi ikki vera partur av skipanini. Tí varð hann noyddur at gera sína egnu.

Meðan Patch Adams brúkar humor sum heilvág, síggja onnur hann sum eina hóttan.

- Patch umboðar eina hóttan fyri nógv fólk, tí hann bjóðar okkum øll av. Robin Williams hevur eisini hesar gávur. Báðir eru teir inniligir og kenslusamir. Teir arbeiða við og undir eftirlitskendum ruðuleika. Og teir trúgva, at øll skulu geva, ikki bara taka ímóti, sigur Tom Shadyac, sum hevur leikstjórnað filmin.


Filmurin

Steve Oedekerk hevur skrivað handritið eftir bókini ?Good Health Is a Laughing Matter?, ið høvuðspersónurin sjálvur hevur skrivað. Søgugongdin er í stuttum hendan:

Í stillu, sterilu og nærum óhugnaligu sjúkrahússtovunum brestir ein løgin maður inn gjøgnum dyrnar: Ein klovnur í stórum hvítum skóm og við eini knallreyðari nøs. ?Varið tykkum, sjúklingar! Látur smittar!? Klovnurin eitur Patch Adams. Allarhelst lesur hann læknafrøði, men hann vil heldur brúka sín egna heilivág. Ein glaður sjúklingur fær jú hug at gerast frískur, og sjálvt um tað ikki eydnast, so hevur Patch so í øllum førum gjørt síðstu tíðini hjá sjúklingunum minni pínufulla. Lærarar hansara og yvirlæknarnir eru als ikki samdir við honum. Sjálvt samlesandi hansara halda hann vera øran - og kanska ikki uttan orsøk. Hann er inspireraður av royndum sínum sum sjúklingur á eini deild fyri sálarsjúk. Patch Adams er annars ókúgandi. Hann vinnur virðing millum starvsfólkið, alsk skjúklinganna - og hann fær enntá yvirtalað nakrar av sínum samlesandi at taka lut í royndunum at gera eitt nýtt slag av sjúkrahúsi.