Tann kendi filmsleikarin Russel Crowe hevur leiklutin sum Nóa, ið verður lýstur sum ein harður maður, hvørs lagna er at bera framtíðina hjá allari mannaættini á sínum herðum.
Tann muslimska koranin hevur eisini søguna um Nóa ella Nuh, sum hann eitur á arabiskum, og eisini har verður greitt frá manninum, sum eftir áheitan frá Guði bygdi eina ørk og bjargaði menniskjum og djórum undan einari oyðandi vatnflóð.
Nuh er ein av teimum 25 monnunum, sum Islam metir sum profetar, og sambært trúarlæruni er tað ikki loyvt at gera eitt nú filmar um profetarnar. Hetta hevur gjørt, at myndugleikarnir í Sameindu Arabisku Emiratunum, Qatar, Bahrain og Pakistan hava bannað biografum at vísa filmin, og sambært tíðindastovuni AFP kemur sama forboð nú í Indonesia og Malaysia.
Tað er Darren Aronofsky, sum hevur gjørt filmin.