Fimleikafagnaður sunnudagin

Um vikuskiftið verður stóri fimleikafagnaðurin í Norðurlandahúsinum. Hetta er tíggjunda ferðin, at skipað verður fyri tiltakinum, har evnið í ár er bíbliusøga

Fimleikfagnaðurin er eitt tað størsta tiltakið, sum Fimleikasambandið skipar fyri. Tiltakið er á skránni annað hvørt ár, og er endamálið her at vísa fimleik á ein øðrvísi hátt, enn tað vanliga verður gjørt.
Skipað verður soleiðis fyri, at feløgini fáa eitt evni, sum tey við rørslum, tónleiki og fimleiki skulu lýsa, og vanliga plagar ikki at skora upp á kreativitetin í hesum.
Evnið í ár er bíbliusøgur, og lítið er at ivast í, at talan verður um eina fjølbroytta skrá, sum feløgini fara at koma við. Valið millum mongu søgurnar í bíbliuni er nevnliga frítt, og ofta er eisini stórur munur á, hvussu ítøkiliga feløgini velja at ímynda evnið.
Fýra feløg hava í ár boðað frá luttøku til fimleikafagnaðin. Hesi eru Fimleikafelagið Flog, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Ljósið og Fimleikafelagið Støkk.
Tríggjar framførslur eru á skránni. Leygardagin kl. 18 og sunnudagin kl. 15 og 18. Vinnarin verður kosin eftir seinastu sýningina.
Atgongumerki til tiltakið verða seld í Norðurlandahúsinum og í kunningarstovunum í Runavík, Fuglafirði og Tórshavn.