Í sambandi við eina framsýning sum verður á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn, søknast vit eftir nøkrum nøvnum, ið mangla til hesa myndina.
Myndin er av einum fimleikaflokki í millumskúlanum, hon er tikin umleið 1925 í fimleikarhøllini, sum varð tikin niður í 1956, í sambandi við at stóri kommunuskúlabygningurin varð bygdur.
Vit kenna bert nakrar av næmingunum, teir eru: nr. 1 Oliver Dam (Livve), nr. 3 Hans Vang (seinni Hanus við Høgadalsá), nr. 5 Johs Petersen (sonur Wenzel Petersen), nr. 8 dóttir A.C.Evensen (Brynhild?), nr. 10 Jens Pauli av Reyni, nr.14 D. P. Danielsen (sakførarin), nr. 18 Mia Trónd Hansen, nr. 20 Birthe Helena (Birthelena) f. Egholm (kona Niels L. Arge ursmið), nr. 21 Jona (Birran) f. Djurhuus, kona Zacharias Niclasen á Skipafelagnum.
Vit søknast eftir nøvnunum á nr. 2, 4, 6, 9, 11, 12, 13, 15, 16, 17, 19, 22, 23, og 24.
Tey, sum kennast við hesar næmingar, vera vinarliga biðin um at seta seg í samband við Jórunn Dánialsdóttir, tel. 316024 ella 226024.
Annars leitar Jórunn Dánialsdóttir eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem- og Realskole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966. Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at siga sær frá. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).