Fimleikaliðið »Snjóhvíta« hjá Havnar Fimleikafelag, sum er í bólkinum gentur 12-14 ár, stóð seg leygardagin væl í stórari World Cup-kapping í Spania, sum var í katalanska høvuðsstaðnum, Barcelona.
Tá avtornaði, høvdu føroysku fimleikagenturnar fingið 12,9 stig og blivu nummar 16 av tilsamans 19 liðum, ið komu úr sjey londum – Danmark, Estlandi, Finnlandi, Føroyum, Russlandi, Spania og Tjekkia.
Á teimum trimum plássunum aftan fyri »Snjóhvítu«-liðið hjá Havnar Fimleikafelag vóru tvey sponsk lið og so danska liðið, sum endaði aftast í kappingini.